Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rakar GDPR lítla handilin hjá mær?

Handilsvinnufelagið skipar fyri skraddara seymaðum GDPR-tiltaki, sum serliga vendir sær til smærru handlarnar í handilsvinnuni.

Er GDPR ikki bert nakað fyri stórar handlar við stórari skrivstovuumsiting og dýrum KT-skipanum?

Eg havi bert ein lítlan handil, har vit eru nøkur fá fólk, sum loysa allar uppgávurnar í gerandisdegnum. Vit hava fult av gulum lepum við áminningum, nøvnum og telefonnumrum við kassan og á diskinum. Vit hava pakkar við navni og bústaði, sum skulu koyrast út til kundar, liggjandi frammi, og so hava vit eisini eina bók, har vit skriva navn og telefonnummur á kundum, sum læna vørur við heim. 

Hevur GDPR-lóggávan so nakað at siga fyri mín handil? 

Ja tað hevur hon, tí her hevur tú kanska longu brotið GDPR-lógina tríggjar ferðir. 

Hvussu tá? Og hvat skal eg gera, soleiðis at eg sleppi undan stórari bót fyri at bróta GDPR-lógina? 

Hetta kanst tú fáa meira at vita um á heimleiðistiltaki, sum Handilsvinnufelagið skipar fyri í Vinnuhúsinum, hósdagin 20. mai kl. 14. 

Her fer Jens Christian Olsen, stjóri í Eirin, at greiða nærri frá, hvørjar einfaldar mannagongdir tín handil kann seta í verk fyri at halda ásetingarnar í GDPR-lóggávuni. 

Handilsvinnufelagið hevur í hesum sambandi latið gjørt ein faldarar við einføldum tilmælum og mannagongdum, hvat vanligir handlar eiga at gera fyri at halda GDPR-lóggávuna. 

Limir í Handilsvinnufelagnum fáa faldaran á heimleiðistiltakinum ella við at venda sær til Vinnuhúsið, eftir at heimleiðistiltakið hevur verið, tann 20. mai.