Rættur og órættur sambandsins
Vit hava sum kunnugt samband við Danmark. Eitt og hvørt samband hevur við sær rættindi og skyldur.
Okkara sambandssáttmáli ásetur nágreinliga hvørjar skyldur partarnir hava. Teir hava skyldu til at hava sama kong og felags uttanríkispolitikk, men partarnir hava rætt at vera javnlíkar. Annar parturin kann tí ikki siga, at tann kongur hann velur sær eisini skal vera kongur hjá hinum partinum. Eins illa ber til hjá øðrum partinum at fara í kríggj uttan at hin parturin fer við. Men verður annar parturin álopin, so hevur hin parturin skyldu til at koma honum til hjálpar.
Annars hevur hvør partur ikki bert rætt, men eisini skyldu at stýra sínum egnu viðurskiftum.
Halda tey sum búgva í øðrum partinum, at tað er neyðugt hjá tí almenna at hava fleiri útreiðslur enn frammanundan, so mugu tey sjálvi útvega tí almenna tær neyðugu inntøkurnar.
Hetta vil siga, at tað er okkum fullkomuliga óviðkomandi, hvat danir hava av almennum útreiðslum. Hesar skulu teir sjálvir gjalda.
Somuleiðis er tað dønum óviðkomandi, hvat ið vit hava av almennum útreiðslum. Hvussu hesar verða fíggjaðar gera vit og bert vit av.
Tað er tí løgið at hoyra tað orðaskiftið, sum nú er um blokkstuðul. Tann flokkur, sum hevur sett samband í sítt navn, krevur av dønum, at teir skulu fíggja almennar útreiðslur í Føroyum.
Teir vita yvirhøvur ikki hvat tað er teir tosa um.
Teir siga nevnliga, at vit hava rætt til gjald frá Danmark.
Hetta er fullkomuliga burturvið, tí sambandssáttmálin gevur okkum ikki so mikið sum skugga av rætti til nakað gjald úr Danmark. Tað eru vit, sum hava skyldu til at gjalda allar almennar útreiðslur í Føroyum, eisini lønir hjá ríkisumboðsmanni, fúta og sorinskrivara.
Tann rættur vit hava á jøvnum føti við Danmark, er rætturin til at áseta hvør stjórn ið skal stýra okkum og gera av um vit skulu fara í kríggj við onnur lond. Men henda rætt skoytir Sambandsflokkurin ikki um, og vil heldur halda upp á sín órætt til blokk.
Zakarias Wang