Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rættleiðing til viðmerkingar um krøv í samband við jarðhitaboringar

Nú um dagarnar hava viðmerkingar verið í fjølmiðlunum viðvíkjandi krøvum í samband við jarðhitaboringar. M.a. verður ført fram, at krøvini til brunnborarar og installatørar eru ov strong, og at óneyðug fyrilit verða tikin fyri umhvørvinum. Vinnumálaráðið er sannført um, at settu krøvini eru skilagóð og hava tikið neyðug atlit til brúkaran, umhvørvið, vinnuna og samfelagið annars.

Ført hevur verið fram, at tað verður torført hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram at bora brunnar til jarðhitaskipanir. Eins og í øllum øðrum yrkjum, har førleiki krevst, verða krøv sett til brunnborarar. Til ber ikki at slaka í krøvunum, tí vit í løtuni mangla royndirnar. Endamálið við lógini er at verja brúkaran, umhvørvið og at javnseta allar partar í vinnuni . Ein jarðhitaskipan er ein kostnaðarmikil íløga, og verður hon gjørd uttan neyðugar førleikar, verður tað allarhelst í seinasta enda brúkarin, sum kemur at rinda.

Av tí at hetta enn er nýtt í Føroyum, verður sjálvsagt fyrstu tíðina neyðugt hjá teimum, ið ynskja góðkenning, at fáa neyðugu førleikarnar til vega úr útlandinum og/ella við at fáa útlendingar higar at læra seg upp. Um so er, at føroyskar fyritøkur ætla sær at fara undir hetta virksemið, men enn ikki hava fólk við neyðugu førleikunum, ber til at samstarva við fyritøkur/fólk, ið lúka krøvini fyri at verða góðkend. Víst kann verða á, at onkur føroysk fyritøka longu eru farin í samstarv við útlendska fyritøku fyri at útbúgva seg til brunnborarar, so tey kunnu bjóða seg fram á føroyska marknaðinum. Vinnan hevur eisini á annan hátt rættað seg ímóti at vera klár at bjóða jarðhitaskipanir. Her eru tað serliga installatørar av jarðhitaskipanum, sum hava ment sínar førleikar seinastu árini.

Ført hevur eisini verið fram, at neyðugt er ikki at taka fyrilit fyri møguligum grundvatni. Til hetta er at viðmerkja, at í Føroyum hava vit avmarkaða vitan um vatnið í undirgrundini, sum møguliga kann gagnnýtast, og tí er neyðugt at vera fyrivarin og seta krøv, sum skulu tryggja, at vatnið og umhvørvið annars ikki verða dálkað av hesum ávum. Í skipanunum verður væta nýtt, ið kann skaða umhvørvið, um ikki verður vart móti hesum. Til tess at økja vitanina um vatnið í undirgrundini verða skrásetingar gjørdar av vatnviðurskiftunum í samband við hvørja einstaka boring.