Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rættleiðing til upplýsingar í fjølmiðlunum um niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini

Í fjølmiðlunum í dag verður sagt, at Vinnumálaráðið endurgevur ikki niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini rætt, tá ið upplýst verður, at brot hvørki er framt á stýrisskipanarlógina ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna.Vinnumálaráðið endurgevur rætt, tí ongastaðni í niðurstøðunum hjá nevndini verður sagt, at landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna

  Avgerðir ella niðurstøður hjá eini nevnd verða, tá nevndin ikki er samd, tiknar við atkvøðugreiðslu, og tann avgerðin/ niðurstøðan, sum meirilutin kemur til, er avgerðin/niðurstøðan hjá nevndini.

Sirið Stenberg hevði eina aðra støðu enn meirilutin viðvíkjandi spurninginum um, hvørt landsstýrismaðurin í rímiligan mun hevur havt eftirlit við Strandferðsluni, og hvørt landsstýrismaðurin hevur roynt at forða fyri, at Strandferðslan fór at hava hall á játtanini í 2013.

Hetta varð eisini endurgivið í tíðindaskrivinum, men tað er, sum frammanundan nevnt, meirilutin, sum umboðar niðurstøðuna hjá nevndini - ikki ein minniluti.

Vinnumálaráðið hevur ikki - sum tað er endurgivið á Vágaportalinum - upplýst, at brot hvørki er framt á stýrisskipanarlógina ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Tað, sum upplýst var, var, at landsstýrismaðurin hvørki hevur framt brot á stýrisskipanarlóg ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Tað er rætt, at nevndin metir, at Strandferðslan ikki hevur hildið seg til givnu játtanina í 2013, og at tað er brot á stýrisskipanarlógina, men heldur ikki har sigur nevndin, at landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina, sbr. niðurstøðuna hjá nevndini (beinleiðis endurgivið úr álitinum frá nevndini):

”Stýrisskipanarlógin

Í fíggjarlógini fyri 2013 hevur Strandfaraskip Landsins (SSL) fingið eina rakstrarjáttan á kr. 139.046.000,00. Roknskapurin hjá SSL fyri 2013 vísir eitt hall upp á kr. 4.379.277,00. 

Stýrisskipanarlógin ásetir í § 43, stk. 2, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.

Sostatt kann staðfestast ein meirnýtsla upp á knappar 4,4 mió. kr. Tað er tískil greitt, at SSL ikki hevur hildið seg innan givnu játtanina fyri 2013, og er hetta brot á Stýrisskipanarlógina.

Lóg um landsins játtanarskipan

Í § 1 í lóg um landsins játtanarskipan (játtanarlógin), er ásett, at eingin útreiðsla má verða goldin og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan.

Við eini staðfestari meirnýtslu upp á knappar 4,4 mió. kr. er greitt, at játtanarlógin er ikki hildin”.

Hvørki landsstýrismaðurin ella Vinnumálaráðið hava sagt, at nevndu lógir ikki eru brotnar.

Landsstýrismaðurin hevur eftir stýrisskipanarlógini rættarligu ábyrgdina av fyrisitingini av teimum málsøkjum, sum løgd eru til hansara. Til tess, at landsstýrismaðurin kann ábyrgdast, krevst eftir eftir § 5 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna, at landsstýrismaðurin ”tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara”.

At tað verður staðfest, at Strandferðslan er farin út um sína játtan, og at tað tí er framt brot á stýrisskipanarlóg og játtanarlóg, er sostatt ikki tað sama sum at landsstýrismaðurin hevur framt brot, sum hann kann ábyrgdast fyri. Tá Landsstýrismálanevndin viðger spurningin, hvørt landsstýrismaðurin kann ábyrgdast fyri brotið hjá Strandferðsluni, so hevur landsstýrismaðurin lagt til grund, at nevndin metir, at hetta ikki eru brot, sum landsstýrismaðurin kann ábyrgdast fyri.

Vinnumálaráðið hevur sosttat endurgivið niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini rætt.