Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rættleiðing til boðini frá Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag valdi at fara út alment við sínari lýsing av støðuni í sáttmálasamráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Boðini frá pedagogfelagnum geva eina skeiva mynd av støðuni. Í Kringvarpinum greiddi formaðurin frá, at pedagogfelagið royndi at tryggja, at tey, ið lesa til námsfrøðing aftur sleppa í starvslæru. 

Hetta er ikki rætt. Tey lesandi sleppa ikki í starvslæru, ti pedagogfelagið noktar sínum limum at átaka sær hesa uppgávuna. Tað er ikki Fíggjarmálaráðið, ið forðar fyri starvslæruni hjá teimum lesandi.

Beinanvegin landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tók við, royndi hon at fáa pedagogfelagið at steðga arbeiðsteðginum, í minsta lagi til samráðingarnar millum partarnar vóru lidnar. Tað eru fordømi um, at arbeiðssteðgir verða steðgaðir, meðan partarnir samráðast.  Pedagogfelagið noktaði. 

Fíggjarmálaráðið hevur gingið við til munandi hækking av samsýningini til námsfrøðingar, ið hava starvslesandi.

Pedagogfelagið hevur higartil ikki tikið av hesum tilboði. 

Tað er harumframt beinleiðis skeivt, tá ið pedagogfelagið fráboðar, at tey ”næstan bert sótu við krøvunum frá Fíggjarmálaráðnum, ið minka um vunnin rættindi.” 

Tvørturímóti hevur felagið fingið bjóðað lønarhækking og betringar av verandi sáttmála.

Samráðingarnar hava gingið væl millum partarnar. Fíggjarmálaráðið heldur, at samráðingarnar skulu halda fram við samráðingarborðið.

Fíggjarmálaráðið