Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rætting til grein hjá Kjartan Hoydal

Tað er altíð við stórum áhuga eg lesi tínar greiðu og væl undirbygdu greinar, og serstakliga tær, sum viðvíkja okkara fiskidagaskipan, har eg sum oftast eri samdur við teimum sjónarmiðum, sum tú kemur við.

Út frá hesum holdningi til tína skriving, loyvi eg mær at koma við rætting til grein tína “Vinnunevndin leggur eftir útróðraflotanum einaferð enn”, har ið teksturin kann skiljast soleiðis, at tað er verandi Vinnunevnd, sum mælti til at skerja fiskidagarnar í fjør við 10% hjá øllum skipabólkum, og fyri útróðarflotan við heili 20 %. Men soleiðis er veruleikin ikki.

§ 25 nevnd í 2011

Tá ið fiskidagarnir vóru ásettir seinasta ár, høvdu vit eitt minniluta landsstýri, sum fekk stuðul frá Tjóðveldi og Framsókn, og tá fiskidagarnir skuldu viðgerðast, bleiv ein serlig § 25 nevnd vald, har ið Poul Michelsen úr Framsókn gjørdist formaður.

Meirilutin í hesi § 25 nevnd (Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstyrisflokkurin) mælti til í áliti sínum at skerja fiskidagarnar hjá útróðraflotanum við 20 % og hjá restini av flotanum við 10 %. Tilmælið frá § 25 nevndini varð endaliga samtykt við 16 atkvøðum fyri, 14 ímóti og ein var blonk.

Eg atkvøddi ímóti

Sjálvur atkvøddi eg ímóti hesi atsókn móti fiskidagaskipanini, og móti skerjingunum av fiskidøgum til skipini og serstakliga skerjingunum hjá útróðraflotanum.

Somuleiðis var eg ein av teimum, sum mótmæltu teimum grundleysu friðingunum fram við landi, sum serliga rakti útróðrarflotan, sum eg síðani havi roynt at fingið broytt aftur.

Verandi Vinnunevnd.

Veruleikin í dag er, at tann parturin av verandi Vinnunevnd, sum tíverri leggur eftir fiskiskipunum og útróðrarflotanum einaferð enn, er Tjóðveldið og Framsókn, sum mæla til at skerja dagarnar fyri komandi ár við 10 %.

Fleiri greinar.

Kjartan Hoydal, hóast hesar rættingar, so vóni eg framhaldandi, at vit koma at síggja fleiri greinar frá tíni hond í komandi tíðum.

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini.