Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rættarsamfelag uttan harðskap

Løgreglan, havi eg skilt ikki, helt seg ikki kunna forða fyri alment fráboðaðu átøkunum hjá Sea-Shephard. Grundgevining var, at man vildi verja tali- og skrivifrælsi, og at forboð ímóti átøkum, sum vóru til ampa fyri almenna friðin skuldu nú knappliga verða í stríð við grundlógartryggja rættindi.

Hetta er beinleiðis skeivt. Grundlógin tryggjar hinvegin, at átøk kunnu forbjóðast um hesi eru til ampa fyri almenna friðin! Grein 79 í donsku grundlógini, sum sigur m.a., at "...Offentlige forsamlinger har politiet ret til at overvære. Forsamlinger under åben himmel kan forbydes, når der af dem kan befrygtes fare for den offentlige fred. "

Fólk eru og skulu verða hjartliga vælkomin framhaldandi at verða ímóti grindadrápi. Tað er teirra grundleggjandi rættindi. Og tað eigur man at loyva í einum rættarsamfelag. Men geri hetta við upplýsing, mótmælisgongum, og øðrum átøkum, sum hoyra heima í einum rættarsamfelagið.

At brúka rættarsamfelagið sum umbering fyri at loyva átøkum, sum alment fráboðað vilja skapa ófrið og harðskap, er at máa støðið undan frælsinum, sum rættarsamfelagið eigur at geva okkum. Harumframt er tað naivt og í stríð við grundlógina!

Tað er í lagi at verða naivur og gestablíður. Men tað kann eisini verða í so nógv av tí góða. Onki siviliserað land loyvir felagsskapum inn í landi, sum fráboðar frammanundan at vitjan teirra hevur til endamáls við fýsiskum amboðum at forða fólkinum í at gera tað, sum er lógligt. Hví skulu føroyingar so gera tað?

Tað er munur á at mótmæla við vanligum mótmælisgongum ella við hjálp av tali og skrivifrælsinum, og so at mótmæla við fýsiskari útgerð, sum hevur til endamáls at skapa ófrið og harðskap.

Rættarsamfelagið tryggjar, at vit kunnu mótmæla við gongum, forsamlingum, við talu ella uppá skrift. við tegningum o.s. fr. Men als ikki við fýsiskum valdi! Dámar okkum ikki grindadráp kunnu vit mótmæla so galið vit vilja - á nógvum mótum, men ikki við fýsiskum valdi. Tað forðar eitt rættarsamfelag fyri! Annars er ikki talan um RÆTTARsamfelag.

Annita á Fríðriksmørk