
Rættarmál: Heimsendir starvsmenn fáa fulla løn
Tveir limir í Starvsfelagnum, sum starvast hjá Vága Floghavn, áttu fulla løn, tá ið teir vórðu heimsendir part av arbeiðstíðini í fjør orsakað av korunu.
Hetta er prinsipiellur sigur, sum staðfestir sterku verjuna av starvssetanini og lønarkravinum hjá starvsmonnum (funktionerum), metir Starvsfelagið.
Les alla greinina: https://www.starvsfelag.fo/tidindi/raettarmal-heimsendir-starvsmenn-faa-fulla-lon/