
Á 20 ára degnum hjá Rættarhjálp Føroya, sum varð hildin í posthúskjallaranum seinnapartin, avdúkaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at í vetur verður farið undir eina roynd við samstarvi millum Rættarhjálpina og Býarbókasavnið.
Í stuttari røðu segði borgarstjórin, at tað eru mong, sum hava fegnast um hetta átak seinastu 20 árini og tað einastandandi í, at endamálið er at bjóða ókeypis løgfrøðiliga hjálp til teirra, sum kanska ikki hava ráð ella umstøður at keypa sær hesa hjálp.
- Tað er eisini alla æru vert, at so nógvir løgfrøðingar, bæði frá tí almenna og tí privata, hava sett tíð og orku av til at dugna hesum átaki gjøgnum árini. Vit, sum ikki eru løgfrøðingar, kenna øll kensluna av at drukna í lógum og paragraffum, og tá er gott at hava eitt stað sum Rættarhjálpina at fara til.
- Hetta er í stóran mun ein spurningur um rættindini hjá tí einstaka. Nógv hava hvørki ráð, umstøður ella stundir at avgreiða øll lívsins viðurskifti soleiðis, at onki liggur á láni.
- Skjótt er at koma illa fyri av krøvum í gerandisdegnum - og tá er gott at hava møguleika at leita sær ókeypis professionella hjálp.
- Tykkara arbeiði fevnir breitt, frá rættindum hjá tí einstaka til veitingar frá tí almenna, heilsuviðgerð, tryggingarspurningar, endurgjald og rættindi, og til eitt nú mál um hjúnaskilnað, foreldramyndugleika og arv og skuldarsanering.
- Avgerandi fyri hesa tænastu er atkomuligleikin hjá Rættarhjálpini. Tænastan verður nógv brúkt og tað er avgerandi, at Rættarhjálpin er sjónlig.
- Tí fara vit í vetur undir eitt samstarv og eina roynd, har Rættarhjálpin fer at halda til í hølunum hjá Býarbókasavninum.
- At Rættarhjálpin flytir inn á Býarbókasavnið er kærkomið og á ein hátt upplagt. Tí tað passar sera væl til virksemið hjá Býarbókasavninum annars, sum er at veita borgarum upplýsing og vitan á øllum økjum – og nú eisini ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving.
- Av øðrum tænastum, sum Býarbókasavnið bjóðar kann eg nevna lektiuhjálpina, sum er ein útrætt hond til teir næmingar, sum hava brúk fyri eitt sindur av eyka hjálp fyri at koma víðari í sínari skúlagongd.
- Á býarbókasavninum er eisini eitt lestrarhøli til lesandi um summarið og á jólum, og harumframt verður skipað fyri Sambinding, sum er ein roynd at binda saman tær ymisku mentaninar vit hava í kommununi, og at hjálpa útlendingum til at kenna seg betur til rættis í Tórhavnar kommunu.
- Vit kenna jú eisini øll hugnaligu Kafeina, sum hevur ment seg til at vera tað nýggja konditarí’ið í bynum, staði har ung og eldri hittast at lesa tíðarrit og bløð, ella bara at fáa sær ein kaffimunn og eina av teimum sera vælsmakkandi pannukøkunum.
- Stórt tal av okkara borgarum hava sum er sína dagligu gongd á býarbókasavninum. Hervið kann hetta eisini fara at styrkja um sjónligheitina og atkomiligheitina hjá Rættarhjálpini.
- Av týdningi fyri okkum hevur tað eisini, at Rættarhjálpin er fyri øll, uttan mun til tjóðskap og bústað. Tí vit hava hópin av útlendskum borgarum, sum fegnir vilja integrerast í okkara samfelag, men ikki altíð kenna síni rættindi, og tí kunnu koma illa fyri.
- Vit fegnast í øllum førum um samstarvið. Vónandi verður henda tænasta til stóra gleði fyri bæði brúkarar og tykkum, sum gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði fyri Rættarhjálpina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann ynskti tillukku við degnum og handaði umboðum fyri Rættarhjálpina blómur frá kommununi.