Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ræðandi veruleikin, Annika!

Í skjótt 40 ár havi eg virkað í politikki, og eg helt meg eisini hava upplivað alt. Men lortabyttuna, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hvøldi yvir meg og Tórshavnar kommunu um støðuna í eldrarøktini, gjørdi meg tó púra paff. Hetta minti mest um eina valgrein til býráðsvalið og als ikki nakað, eg hevði væntað mær at sæð frá einum landsstýrisfólki!

Í míni grein vísti eg á køldu veruleikarnar í fíggjarlógaruppskotinum hjá Anniku Olsen, har hon eitt nú ætlar at niðurleggja sambýli, at røktarheimini skulu spara, og at heimatænastan skal spara. Alt samalt skjalfest í fíggjarlógaruppskotinum.

Annika Olsen svarar mær aftur við grovum og ógrundaðum skuldsetingum um at loypa ótta á eldri borgarar, nú hesi kunnu roknað við at verða flutt úr sambýlunum. Nei, tað var ikki tað, sum eg segði, Annika, og ongastaðni segði eg, at øll sambýlisplássini í Tórshavnar kommunu fóru at verða niðurløgd!

Um nakar loypir ótta á fólk, so er tað tú, Annika. Eg vísti bert sakliga á spariætlanir tínar og tær avleiðingar, hesar fara at fáa. Tí tað er als eingin samanhangur í hjá tær, tá tú niðurleggur búpláss, uttan at skipa nakað líknandi tilboð í staðin – nevniliga røkt alt døgnið. Tørvurin á búplássum er framvegis ikki nøktaður, heldur ikki, tá tey 64 búplássini á Boðanesheiminum eru tøk.

Eingin uppraðfesting

Ræðandi veruleikin er, at sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá tær, Annika, so verður einki slíkt alternativ skipað. Eg vísti á, at eitt dagtilhald nøktar ikki tørvin á eitt nú náttarrøkt, og tí mást tú uppraðfesta heimarøktina.

Tað er óreingiligt, at tú ætlar talið av búplássum fækkað næstu trý árini, men tá tú samstundis ikki uppraðfestir heimarøktina, so verða tey mongu, ið krevja røkt alt samdøgrið og sum kundu búð á sambýli ella røktarheimi, slept upp á fjall. Og tey gerast sum kunnugt alsamt fleiri í tali. Jú, víst er hetta ræðandi fyri okkara eldru borgarar, Annika, men tað eri ikki eg, sum eri orsøk til tað. Tað ert tú!

Eg fegnist tó um, at tú hóast alt garanterar, at eingin verður fluttur úr heimum sínum. Fyrr var illa, tó at hetta tykist verða linjan, ið avvarðandi stovnurin undir tær arbeiðir eftir. Hví tú nevnir hetta, veit eg tó ikki, tí tað er ikki borgarstjórin í Havn, sum hevur myndugleika at flyta fólk úr búplássum sínum – tað hevur bert tú, Annika!

Visjónir og handling

Góða Annika! Tú gevur eisini ilt av tær, tí borgarstjórin í Havn hvørki hevur politikk á eldraøkinum ella ongar visjónir, men bara kemur við ússaligum grenji um sparingar hjá tær.

Álvaratos, Annika, tak nú ábyrgd! Tað er ikki borgarstjórin í Havn ella kommunurnar, sum hava ábyrgdina av eldrarøktini, tí hana hevur tú, so leingi tú umsitur málsøkið í landsstýrinum!

Er tað nakar, sum her á landi gongur undan á eldrarøktarøkinum, so er tað sanniliga Tórshavnar kommuna – og tað enntá sjálvboðið!

Eg skilji væl, Annika, at tú ert sperd, nú tú hugsar fleiri skilagóðar tankar um fyribyrging, longst í egnum heimi, demensætlanir við meira, men onga játtan hevur fingið í tín part á fíggjarlógini. Men kom ikki og ákær meg ella Tórshavnar kommunu fyri ongan eldrapolitikk at hava, tí tú veitst betur, sum jú sjálv hevur sitið í býráðnum.

Kann taka úr rúgvuni tvey dømi um eldrapolitisk átøk, sum landið sanniliga kundi speglað sær í. Tað fyrra er kommunali stovnurin í Tórshavn, Heilræði, sum hevur regluligt samskifti við allar borgarar eldri enn 75 ár. Umframt at veita vegleiðing, ráð og kropsvenjingar, fær Heilræði og harvið kommunan sera gott innlit í røktartørvin í kommununi. Hetta er av ómetaligum týdningi, men eg havi tíverri varhugan av, at landið als einki innlit hevur í veruliga røktartørvin.

Hitt dømi er eldraráðið, sum er við til at tryggja, at borgarar yvir 60 ár hava ávirkan á øll býráðsmál, sum viðvíkja teimum. Harumframt hevur kommunan eisini fleiri aðrar ítøkiligar og sera visjónerar ætlanir, sum tó fyribils er steðgaðar – av tær, Annika, landsstýriskvinnu á almannamálum!

Tú vilt ikki!

Boðanesheimið verður sum kunnugt liðugt fyrsta dagin. Har ætlaðu vit eitt stórt dagtilhald til 60-70 fólk, og sum skuldi vera við til at stuðla undir fyribyrgjandi arbeiðið, ið eisini tú metir so týdningarmikið. Men Annika, boðini frá Almannaverkinum eru, at fígging er ikki til hetta! Eisini ætlaðu vit eitt serstakt tilboð til ein bólk av dementum, sum einki fakligt røktartilboð hava í landinum. Men heldur ikki tað vilt tú fíggja.

Og sum eitt triðja tiltak ætlaðu vit eitt skipa eina eind við samdøgursrehabilitering á Boðanesheiminum. Ein orsøk til hesa serstøku raðfesting var, at tú, Annika, á ráðstevnu herfyri tosaði so heitt fyri hesum. Men sparingar tínar á røktarheimsøkinum eru so ógvusligar, at hetta neyvan verður til nakað.

Sum tú sært, Annika, so er Tórshavnar kommuna ikki bert visjóner á eldraøkinum, tí kommunan handlar so sanniliga eisini. Higartil hevur tað mest verið tos frá tínari síðu, men lítil og eingin handling. Tí vilja vit fegin hjálpa tær við, men so krevst eisini, at tú kemur við tí fígging, ið krevst. Alt annað er gykl, so leingi sum tú eigur og ræður á eldraøkinum við húð og hár, Annika Olsen!

Heðin Mortensen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu