Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stjórin í kappingarráðnum, Terji Sigurðsson

Ráðstevna um fjarskiftismarknaðin

Ráðstevnan verður í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Tórshavn.

Mikudagur 8. februar 2012

Í ár verða 15 ár síðani vit fingu fjarskiftislógina, tá politisk stig vóru tikin til at liberalisera fjarskiftismarknaðin í Føroyum. Breið semja er helst um, at hetta var eitt rætt stig at taka. Menningin hevur hetta tíðarskeiðið tikið risafet. Tekin eru tó um stagnatión í marknaðinum, og er tí neyðugt at endurskoða viðurskiftini, fyri at tryggja eina framhaldandi menning av fjarskiftismarknaðinum.

Landsstýrið hevur avgjørt at endurskoðað fjarskiftispolitikkin. Tí hava Fjarskiftiseftirlitið og Kappingareftirlitið, saman við størstu veitarunum á føroyska fjarskiftismarknaðinum, tikið stig til at skipa fyri eini ráðstevnu um fjarskiftismarknaðin.

Ætlanin er at taka samanum tíðina við fjarskiftislógini, men serligur dentur skal leggjast á, at lýsa hvussu framtíðar fjarskiftismarknaðurin fer at síggja út í alheims høpi og her heima. Hetta skuldi helst hjálpt til at tikið tær røttu avgerðirnar, soleiðis at framhaldandi menning verður til frama fyri samfelag og borgarar.

Endamál:

Ráðstevnan skal varpa ljós á fjarskiftisøkið við atliti til marknaðarstøðuna, reguleringina og hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Við fakligum íkasti og kjaki fara vit at royna at fáa eina felags fatan av, hvørjar avjóðingar eru fyri framman og hvussu fjarskiftisøkið skilabest eigur at regulerast í framtíðini. Harumframt er endamálið at geva politiska myndugleikanum eitt betri grundarlag fyri komandi avgerðum.

Luttakarar

Ráðstevnan verður fyri innbodnum umboðum fyri fjarskiftisfeløgini og myndugleikarnar. Umboð fyri politisku flokkarnar og fyri fjølmiðlarnar verða bodnir við til part av ráðstevnuni.

Fyrrapartin vera fleiri fyrilestrar um evnir, sum hava við fjarskifti at gera.

Seinnapartin verður workshop, har evnini í framløgunum verða viðgjørd nærri. Her kunnu luttakararnir seta fram síni sjónarmið um skipan av fjarskiftismarknaðinum.