Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Edward Fuglø, listamaður og Johan Ehn, ráðharri.

Ráðharravitjan úr Álandi

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur í døgunum 18. – 20. august havt vitjan av álendska starvsbróðuri sínum Johan Ehn.

Á ferðini hava teir báðir saman við embætisfólki vitjað í Tinganesi, í Løgtinginum, á Vinnuháskúlanum og í Norðurlandahúsinum. Eisini hava teir vitjað norðanfyri í Sjónámi, Christianskirkjuni, í Føroya Bjór umframt Gamla Seglhúsið í Klaksvík. Fundur og kunning var somuleiðis í Mentamálaráðnum, har partarnir skiftu orð um ymisk viðkomandi evni.

Í Christianskirkjuni Í Klaksvík greiddi Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri, frá søguni um altartalvuna eftir listamannin Joakim Skovgaard og um kirkjuna annars. Edward Fuglø, listamaður, greiddi frá hugtakandi listaverkum í kirkjukjallaranum, sum hann á meistarligan hátt hevur tilevnað úr timbri saman við Sjúrði Sólstein, snikkara.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at hann fyrr í vár vitjaði í Álandi og at hesar báðar vitjanirnar hvør hjá øðrum og teir fundir, sum hava verið í hesum sambandi, hava havt sum endamál at byggja upp breiðari samstarv millum londini á útbúgvingar- og mentanarøkinum.