Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ráðgeving og vegleiðing fyri limum í Norðuroyggjum

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur limir um alt landið, og tí fara vit í næstum á ferð kring landið fyri at koma tættari limum okkara í teirra gerandisdegi

Endamálið er, at hitta limirnar í teirra nærumhvørvi fyri at tosa um lønar- og setanarviðurskifti, umframt onnur møgulig evni innan arbeiðsmarknaðarøkið. 

Mánadagin 1. november og týsdagin 2. november verða starvsfólk úr Vinnuhúsinum í Norðuroyggjum, og vit verða tøk hjá limum til ráðgeving ella vegleiðing. Limir kunnu antin gera avtalu við okkum frammanundan um prát ella ófráboðað støkka inn á gólvið, har vit halda til í Klaksvík. 

Skipað verður eisini fyri tiltakið í Klaksvík eftir arbeiðstíð annan av døgunum. 

Nærri kunning við skrá og stað kemur í komandi viku.