Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ráðgevarafelagið: Landsins álit á føroyska ráðgeving minkar

Ein nýggj greining hjá Ráðgevarafelagnum vísir, at vinnulív og kommunur keypa fleiri tænastur frá føroyskum ráðgevarafeløgum, meðan landið keypir færri. Í føroysku ráðgevaravinnuni eru 24 arkitektastovur, verkfrøðingavirkir og byggifrøðingavirkir, og 116 vitanarstørv eru í fyritøkunum  

Ráðgevarafelagið hevur í almennum skrivum farnu vikurnar mótmælt, at almenna tunnilsfelagið P/f Eystur- og Sandoyartunlar er farið til Noregs at leita eftir samstarvsfeløgum, nú tunlarnir skulu projekterast. Hetta er púra óneyðugt, heldur Ráðgevarafelagið, tí kravdu fakligu førleikarnir til uppgávuna eru longu í Føroyum.

Nýggja greiningin hjá Ráðgevarafelagnum vísir, at bara landið hevur minkandi álit á, at føroyskar ráðgevarafyritøkur kunnu gera m.a. projekteringsarbeiðir í Føroyum. Í 2011 vórðu 41 prosent av arbeiðunum hjá limunum í Ráðgevarafelagnum gjørd fyri kommunur, 31 prosent fyri landið og 18 prosent fyri vinnulívið. 

Í 2013 var parturin hjá kommununum og vinnulívinum vaksin og landsins partur minkaður. 44 prosent av arbeiðunum vórðu gjørd fyri kommunur, 27 prosent fyri landið og 25 prosent fyri vinnulívið. Øll hesi arbeiðini styðjaðu uppundir at menna ráðgevaravinnuna, men bara landsins partur minkaði.

Ráðgevarafelagið er av teirri sannføring, at skal hald vera í politisku lyftunum um, at ráðgevaravinnan skal mennast, og at talið á vitanarstørvum í Føroyum skal vaksa, mugu feløg og stovnar hjá landinum ganga á odda og vísa føroysku fyritøkunum álit. Tað gera tey ikki í løtuni á tí frammanundan lítla føroyska marknaðinum.

Arbeiðið, sum føroysku ráðgevarafyritøkurnar gera, er ikki bara av stórum týdningi fyri útbjóðararnar, men eisini Føroyar yvirhøvur. Ár eftir ár verður víst á, at skal vera lokkandi hjá væl útbúnum fólki at koma heimaftur, mugu tey hava spennandi størv at flyta heim til. Bara føroyingar sjálvir kunnu skapa hesi størv í Føroyum.

- Landið má virða føroyskar førleikar meira, enn tað ger. Seinastu árini eru nógv ársverk farin av landinum, m.a. í sambandi Marknagilsdepilin, leingingina av flogvøllinum og havnarútbyggingina á Krambatanga. Heldur hendan gongdin fram, verður vinnan niðurlaðað, og tá fer nógv virðismikil føroysk serfrøði fyri bakka, sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum.

Ráðgevarafelagið