Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ráð til løgmann

Sum kunnugt hevur løgmaður okkara sagt, at hann vil útbyggja samferðslukervið, so koyrandi verður millum stóru oyggjar okkara.

Aðrastaðni er tað so, at øll tey, ið starvast í fyrisitingin, sita á varðhaldi og lurta eftir hvat ið ráðharrar vilja gera, og so leggja tey á vaðið fyri at vísa oddamanni sínum, hvussu tað hann ynskir, kann setast í verk.

Tíverri hoyrist ikki nógv um, at løgmaður fær góð ráð um, hvussu hann skal fremja tað tiltak, honum hugar. Tí er øll orsøk til, at vit vanligu borgarar, hóast óbidnir, hugsa gjølla um eitt so týdningarmikið mál og koma við okkara grundgevingum fyri, at tað løgmaður vil, er tað rætta, og hvussu vit saman kunnu røkka hesum máli.

Hvat er problemið?

Nú eru hundrað ár liðin, síðani fyrstu vegirnir vórðu gjørdir millum bygdir í Føroyum. Minni enn øld er farin síðan fyrstu bilarnir komu higar. Nú hava vit 25.000 bilar, og hvør einasti bileigari vil fegin sleppa at koyra so víða sum til ber við sínum egna akfari. Fyri at koma hesum ynski á møti hava vit útbygt okkara samferðslukervi. Vit hava ikki bert gjørt vegir, men hava eisini fingið okkum ferjur við havnarløgum, so tað ber til at koma við bilum um firðir og sund. Vegirnir eru batnaðir, og í støðum hevur tað verið hóskandi at gjørt tunlar. Fyri einari fjórðingsøld síðani var farið undir at gera tunlar niðan sjóvar fyri at sleppa undan ferjum, tí hildið var, at tann tænasta, tær veittu, ikki var tíðarbær. Bileigarar vildu sleppa at koyra júst tá tað lá fyri hjá teimum sjálvum, og vildu sleppa undan at standa í bíðirøð fyri at sleppa oyggja millum.

Henda útbygging av samferðslukervi okkara er ikki liðug, og tað løgmaður vil, er at ganga teimum á møti, sum vilja betra um samferðslukervið við at fáa betri vegir og tunlar, eins og gera undirsjóvartunlar til tær høvuðsoyggjar, sum framvegis mugu duva upp á ferjurnar.

Kann samferðslukervið útbyggjast?

Er nakað tekniskt, ið forðar fyri at vit bøta um vegasamband okkara og gera tunlar niðan sjóvar til stóru ferjuoyggjarnar?

Tann stóri bitin er jú Suðuroyggin, tí langt er til hana. Men nú hevur Landsverk víst á, at henda verkætlan kann útinnast. Tað fer at bera til hjá einum hvalbingi at koma eins skjótt til Havnar sum hjá einum vestmenningi! Allar Føroyar koma tá upp í veganetið. Tað fer at bera til at búgva har einum hóvar, og sleppa heimanifrá til arbeiðis hvønn morgun uttan mun til hvar ein býr í Føroyum. Land okkara fer at gerast kappingarført við onnur lond, og vinna og mentan fara at hava fast undir føti.

Hetta letur seg tíverri ikki gera eftir einum degi. Tað sigst, at Suðuroyartunnilin tekur eini 8 ár at gera. Einki er til tó til hindurs fyri, at hinar smærri verkætlanirnar kunnu gerast samstundis, men realistiskt er at gera sær greitt, at minst hetta tíðarskeið krevst til hesa heildarloysn.

Tíbetur eru vit ikki í ES, og tí kunnu vit bjóða hvønn part sær av verkætlanini út millum tveir føroyskar arbeiðstakarar, og so lata tann bíligara sleppa at gera arbeiðið. Føroyingar hava mangan prógvað, at teir megna at útinna stórverk, og tí hevði arbeiðið verið í góðum hondum hjá okkara dugnaligu fyritøkum.

Er hetta fíggjarliga forsvarligt?

Tað er sjálvsagt gott, at vit tekniskt kunnu megna ein setning sum hendan.

Men hava vit ráð at taka eitt slíkt megnartak?

Sum er brúka vit stórar upphæddir til okkara samferðslukervi, og tað verður goldið av okkum sjálvum. Vit gjalda fyri okkara havnir og flogvøll, landsvegir, kommunuvegir, og fyri ferjurnar við.

Fyri at taka Suðuroynna, so er nettohallið av ferjuni, ið hagar siglur, 61 milliónur krónur um árið, sum allir skattgjaldarar, eisini suðringar, mugu gjalda. Harumframt verður tikið gjald fyri fólk og fæ, sum nýta farleiðina. Ferjan leggur hald á atløgupláss í Tórshavn og á Tvøroyri, og hesi pláss eru dýr. Harumframt er vert at hava í huga, at tann dagur kemur, tá skipið verður lagt, og nýtt skal fáast í staðin fyri. Tað ber til at gera eina meting av hvat ið hesin kostnaður er í einum 8-ára skeiði. Samsvarandi metingar kunnu gerast við aðrar tættir av okkara samferðslukervi, og tá kemur fram, at talan er um stórar upphæddir, sum vit undir øllum umstøðum koma at gjalda bara við at lata standa til.

Seta vit okkum fyri at gera neyðugu íløgurnar í samferðslukervi okkara, fara vit at gjalda meir í hesum tíðarskeiði, men tá tað er farið, koma árligu rakstrarútreiðslur okkara at minka heilt munandi, og vit fara tí at hava beinleiðis vinning av íløguni. Tað er hetta, sum løgmaður okkara hevur sæð.

Greitt er, at tað hav, vit skulu lyfta, er tungt, men einki bendir á, at vit ikki fara at megna at lyfta tað. Løgmaður fær undirtøku manna millum fyri hesum sjónarmiði. Longu tá Vágatunnilin kom, segði táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, at vit sjálvandi eisini skuldu gera tað koyrandi til Suðuroyar.

Hvussu væl tað í smálutum loysir seg, er nakað sum dugnaligu starvsfólk løgmans kunnu greiða honum frá.

Eftir er bert at finna út av, hvussu neyðuga upphæddin skal fáast til vega.

Her eru nógvir møguleikar í at velja. Eitt er tó greitt, og tað er, at vit øll fara at hefta fyri íløguna eins væl og vit hefta fyri árligu útreiðslurnar av verandi skipan og svíða fyri óneyðugu vansarnar av henni.

Tað er sjálvandi ringt at vera stjórnmálamaður og áleggja veljarunum byrðar, men vert er at minnast til, at umráðandi er, at fólk eru glað fyri tað, sum verður gjørt, og royndir vísa, at fólk ikki eru glað fyri nakað uttan so at tey gjalda fyri tað!

Einki er at ivast í, at um so var, at løgmaður legði fram eitt slíkt uppskot, hevði tað fingið alstóra undirtøku bæði manna millum og á tingi, og at tað hevði verið samtykt. Tjóð okkara hevði fingið nýggja vón, og teir stjórnmálamenn, sum høvdu verið við at tikið hetta megnartak, høvdu so manniliga rist navn sítt í søgu okkara.

Zakarias Wang