Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Quo Vadis?

Dan Klein --- 13.08.2017 - 10:10

Perla: Eitt av aðalmálunum við modernaðum hugvísindum er at viðgera søguligar framsetingar við tí fínasta amboðnum innan søgufrøði. Keldukritikkur kann ongantíð undirmetast ella niðurspælast, soleiðis at instringentir sosialir maktstrukturar sleppa at niðurspæla fólk, sum liva eina heiðurliga tilveru. 

Í Oyggjatíðindi 10. mars 2004:

Rættir søgufrøðingar duga keldukritikk: Teir nýta røttu amboðini og seta "streym" til. Vit vita, at um tað, sum ikki passar, verður útgivið, skapast interferensur.

Í "Lossingarmenn í Havn" eftir Viberg-Joensen er bæði semantiskur, semiotiskur, syntaktiskur, morfologiskur og Guð-viti-hvat-inkongruensur. Hjá Andrassi Mortensen og "Hinum Føroyska róðrarbátinum" er skilið heldur ikki gott.

Í teimum stóru londunum er ólíka lættari at halda skil á, tí har eru fleiri verulig Universitet, sum kunnu halda hvørt annað í skák - annars kemur logikkurin eftir teimum. Fer nakað av lagi, so má tað steðgast og tað ongantíð ov skjótt.

Í Føroyum hava sera óintelligentir maktbygnaðir sett seg á Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparsetur Føroya granskar ikki seg sjálvt, tískil noyðast vit borgarar í Føroyum at kanna og rannsaka hetta postkoloniala fyribrigdi á Debesartrøð. Tá stovnurin ikki hevur hendan førleika, er stovnurin sjálvur trupulleikin.

Tað, sum undirritaði higartil hevur gjørt, er at vísa basiliskinum, hvussu ljótur hann er, við tí vón at hann hyggur inn í spegilin, dettur um og doyr.

Fallið ei í fátt á feigdardegi.

Eftirtíðin fer heldur ikki at meta Fróðskaparsetur Føroya sum ein vísindaligan stovn innan søguvísindi. Tað einasta bøkur teirra vísa okkum er, at nakrir sosialir strukturar hava sett seg á valdið og pengarnar á Debesartrøð og aðrastaðni við. Í teimum bókum eg havi viðgjørt, hava implicittir leikmenn ikki víst evni til at reflektera um sínar egnu leiklutir.

Uttan neyðugan kritiskan sans hevur annar skrivað av uttan at viðgera evnini á vísindaligum grundarlagi. Fyrri kláraði ikki so frægt sum at skriva rætt av.

Poul F. kallaði fyribrigdið P/f Interrós. Tað "ger einki", tí "røttu fólkini" í teimum "røttu" størvunum gera hatta møguligt. Tey spæla spælið "at hoyra til". Tvørrandi integritetur seyrar niður ígjøgnum hesa skipan.

Parallelliserað yvir í eina rættarskipan, kennist ein kaldur áarløkur niður eftir bakinum. (Søgufrøði er nakað ein arbeiðir við, tí ein ber alsk til søgu sum vísindi ni. Ikki tí ein skal brúka hetta sum umbering fyri at bjarga sær sjálvum almenn lunnindi).

Hetta sigur nógv - ella alt - um ein sera óintelligentan almennan bygnað, sum hongur saman av øðrum enn fakligum orsøkum.

Tá ið "installatiónin" á Debesartrøð ikki virkar, ger hon fólki og landi fortreð. Slíkir valdsstrukturar eru áhugaverdir, tí teir eru sosialt-psykopatiskir av lyndi. M.A. Jacobsens virðislønin kom óivað sum andsvar til fakliga kritikkin av "róðrarbátinum".

Tey senda fólk í deyðan mentalt, og tann føroyski "dispositivurin" Viberg-Joensen kemur at ganga sum ein Herostratos til ævigar tíðir.

Millum logos og helios.

Logikkur er algildugur, og tá ið hann slær til, er hann eirindaleysur. Orsøkin til at modernitetur ikki koblar í her á landi, er fyrst og fremst teir valdsstrukturar, sum hava sett seg á feitilendini innan tað almenna. Teir "seta við." "Inversiónin" ansar alla tíðina eftir, at tað sum verður "sett við" er "skroypiligari" enn tað, sum frammanundan var.

Úrslitini eru eisini hareftir. Nýggjasta skotið á stammuni situr og siterar "chatrooms" á alnótini og spælir kosmopolit millum dunnur og gæs í Havnardali.Tað kann neyvan blíva pínligari. Men logos og helios eru eisini kosmiskir, og teir fortelja okkum, at hetta eru sosialir strukturar, sum eru ílatnir granskingarham.

Men tað hevur einki við gransking at gera. Hetta eru sosial viðurskifti hjá einari óintelligentari kliku, sum hevur sett seg á maktina og pengarnar innan "vísindaligt" virksemi í Føroyum.

Tá ið fólk blíva borin ígjøgnum eina sosiala skipan uttan integritet blíva tey faktiskt "ófyndugari", enn tey annars høvdu verið. Besta dømið er Andras Mortensen. Allar útrokningar í "róðrarbátinum" eru skeivar, eisini tann sum hann sjálvur hevur gjørt. Hann sat í tí tiltiknu "setanarnevndini", sum Annlis Bjarkhamar skeyt í senk. Hvussu ber tað so til, at ein læraraskúlanæmingur kann gera slíkt? Ha?

Nei, útgávur teirra skulu lesast í mun til sosiala kontekstin, sum er ein óintelligent valdsskipan, sum bert er har fyri penings skuld. T.e. tey lukrera av almennum pengum og nevna hetta vísindi, ein følsk "etiquette", sum skal gera alt "høsnaríið" líkasum meira legitimt.

Skal Føroya mál falla?

Tað eru hesi, sum bróta niður føroyskt og forða skilvísari menning av føroyskum máli, soleiðis at tað ikki kann nýtast sum amboð í einum modernaðum samfelag. Tí so hava tey ongan kjans mótvegis føroyingum, tí tey duga ikki føroyskt sjálv.

Hetta avskeplaða málið tey brúka er samstundis eitt skálkaskjól mótvegis útheiminum. Tí føroyingar hava einki universitet, og altjóða granskarar skilja heldur ikki, hvat tey skriva.

Sæð undir einum er hetta veruliga barrieran ímóti føroyskum skaldskapi, fríari pressu, frælsum hugburði, sum jú eigur at vaksa upp úr føroyskum jørðildi.

So vit sleppa undan hesum óorginalum, sum fara niður á danskar skúlar, fyri síðani at koma heimaftur at umskriva danskleikan til føroyingar.

Infiltratiónin er næstan fullborin: á Setrinum, í Útvarpinum, í Sjónvarpinum og á Studentaskúlunum fáa næmingarnir undirlutakenslur mótvegis føroyskari mentan og føroyskum máli. So taka tey ístaðin undir við frelsandi danskleika og sleppa at arbeiða í útvarpi og Dimmalætting við einum ónýtiligum 10- tali í reyvalummanum. Poengið í demokratinum er júst ein upplýstur meiriluti.

Hesin meiriluti verður hvørki heilur ella sælur, tá ið skúlin ikki riggar.

Inversiónin vísir okkum, at fær hetta ongar fylgjur nú, kunnu skúlalærarar hótta børnini og siga: "Fylgja tit ikki væl við í føroyskum, enda tit sum doktarar í søgu".

Gransking sum sosial skipan.

Valdsbygnaðurin á Debesartrøð hevur ikki brúk fyri nýhugsan, tí so eru hasi fólkini úti í kuldanum. Ófyndugu veljarakanningarnar (á 1.G-stigi) halda ikki í allar ævir. Í Klaksvík stendur deymurin av ókulturi út ímillum rimarnar á Gomlu Politistøðini. Tvøroyri hava hesi uniformeraðu andsmenni umsett úr donskum til enskt. "Tverå" varð til "Contrary River" í teldutøkari umseting. ”Våg” bleiv til "Bay".

Við at lækka støðið, so at statistikkurin "passar", gerast sibbar doktarar og vassa allan vegin út í absolutismuna. "Newspeak" verður í heilum knýtt at hesi skipan. Trygdin er sensurur, og ventilurin er stórdanskur total-relativitetur.

Alt kann henda.

Eitt nýtt "Ministry of Truth" (Sannleikamálaráð) er í ferð við at taka seg fram á fiskivinnustovuni. Tað seinasta vitanarstigið og frælsið hjá føroyskum fiskimonnum skal uniformerast við skattapengunum hjá vinnuni.

Slíkir "granskarar" skulu ferðast runt knøttin við kumuleraðu vitan fiskimansins, sum afturfyri sleppur at fíggja hesi "lunnindi" (fleiri almennn størv) — og verður hetta eisini endin á fiskivinnuni. Hon skal "kontrollerast" av hesum fólkum.

Hendan skipan riggar væl, tak t.d. Útvarp Føroya. Fólk mugu gjalda fyri at blíva disinformerað, annars verða tey drigin fyri rættin. SVF er eitt sindur siðiligari, men heldur somu kós. Børnini blíva býttari av at ganga í skúla í 12-13 ár og duga ikki so frægt sum at plasera ð-rætt. Útvarpsmaður spurdi eisini í fullum álvara um ð-ið skuldi avtakast. Skulu vit taka útvarpið av?

Og hví riggar 112 ikki?

Quo Vadis?

Páll Poulsen