Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur júst fingið handað ein grindaknív frá Ewaldi Kjølbro, stjóra á Landsverki, og er í ferð við at klippa - ella rættari - skera snórin av. Harvið er Fjøruvegur í Leirvik alment tikin í nýtslu.

Punktum sett fyri nýggja vegnum í Leirvík

VEGAGERÐ: Hóast tilgongdin hevur verið bæði long og trupul, so varð eitt virðiligt punktum sett fyri nógva umtalaða Leirvíkarvegnum leygardagin, sum nú alment ber heitið "Fjøruvegurin".

Fleiri hundrað fólk vóru komin saman mitt í bygdini í Leirvík, tá fyrst Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiðinum, eins og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, nýtti høvið at líta aftur á truplu tilgongdin og klipti snórin.

Síðani koyrdu motorsúkklur frá MC felagnum í Eysturoy eftir nýggja vegnum við rennarum í hølunum, og í hølunum á teimum koyrdu brandbilar.

Síðani varð farið í bátasavnið, har Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, helt røðu, og vartað varð upp við øllum góðum.

Her eru aðar myndir frá væl eydnaða hátíðarhaldinum, sum fór fram undir bláum himali og annars sera góðum veðri leygardagin.