
Punkt verður leygadagin
Næsta leygardag verður Punkt aftur í Reinsarínum, tiltakið har føroyskir tónleikarar hittast. Í ár hava fyriskipararnir valt at gera tað ókeypis at hava borð til framsýning ella sølu.
Tíðindaskriv:
Á Punkt kunnu tónleikarar, tónleikaídnaðurin og tónleikaáhugaði hitta sínar javnlíku.
Her verður loppumarknaður við tónleikaútgerð og øðrum, ið hevur við tónleik at gera. Eisini framførslur, framsýningar og framløgur at síggja, og um kvøldið verður veitsla fyri tónleikarar.
Tiltakið er fyri tónleikarar og tónleikaáhugaði, og tað eru tónleikarar og tónleikaáhugaði, ið skulu geva tiltakinum innihald. Hevur tú eitt LP savn, ið tú vilt av við, ella hevur tú autografina hjá Herreys frá vitjanini í 1986, ella whiskey fløskuna hjá Lennert í Chase frá konsertini í Runavík í 1991, ella kanska ein sveittaklút hjá Robert McBirnie frá einum dansi í Sjónleikarhúsinum. Ella vilt tú av við tína fuzz pedal ella tín Vox forsterkara, ella vísa fram títt savn av gomlum pallpassum, vit geva tær høvið, at koma við tínum tingum, og høvið hjá øðrum at koma við sínum forvitni ella keypihugi.
Ynskir tú at sýna okkurt fram ella selja okkurt kanst tú melda teg til her. Til ber at hava egið borð, ið man umsitur sjálvur.
Punkt verður frá kl. 13-18 leygardagin 19. november, síðan verður ruddað av til veitsluna.
Veitslan er ókeypis einans fyri tónleikarar, og tilmelding til veitsluna kann gerast her.
Sjálvandi er avmarkað atgongd.
Koda stuðlar tiltakinum.