Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Psyko Cop av húkinum

Dan Klein --- 14.07.2018 - 09:39

Perla: Politisturin, sum bardi gentu sína av, kom aftur í starv og kom sostatt undan ákæru um grovan harðskap, ið vildi givið øllum øðrum ein tremmutúr av teimum drúgvu....Grein í Oyggjatíðindum 5. november 2004.

- Tú, eg eri akkurát komin aftur til arbeiðis. Svigarpápin er deyður. Eg veit einki um hatta málið, ið er eitt persónsmál, og hoyrir undir fútan.

Hetta segði Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur (myndin) tá vit fríggjadagin 29. oktober, ringdu til hansara at fáa viðmerking til greinina um politistin, ið hevði sligið gentuna so illa, at hon mátti á landssjúkrahúsið.

Kommiserurin var tó tá fullgreiður yvir, at fútin longu hevði valt at halda hondina yvir harðskapsmanninum, sum longu 20. oktober fekk at vita, at hann kundi koma til arbeiðis aftur.

Kvinnan, sum eisini sjálv meldaði fyri harðskapin, vildi hvørki lúgva ella taka meldið aftur, men vildi samstundis heldur ikki staðfesta meldið.

Hetta brúkti fútin at sleppa manninum undan ábyrgd, sum undir vanligum umstøðum als ikki hevði gingið hjá nøkrum øðrum persóni.

Kvinnan hevði sjálv meldað harðskapin og landssjúkrahúsið kundi váttað sløgini.

Hetta má sostatt vera mest upplagda revsimál um harskap, ið løgreglan nakrantíð hevur havt á borðinum við føgrum litmyndum av úrlitinum hjá einum harðskapsmanni.

Hendingin fór fram sunnumorgunin 3. oktober. Grannar meldaðu grova harðskapin, ið hoyrdist um allan geilar hendan annars so friðarliga morgun.

Men ikki bara grannarnir meldaðu harðskapin. Tað gjørdi kvinnan eisini sjálv. Grannarnir ringdu fleiri ferðir, tí løggan hevði so langa tíð um at koma á staðið.

Kvinnan endaði á landssjúkrahúsinum við heilasjálvta, har læknar eisini hava plikt at melda slík mál.** Nú eru trý meld fyri harðskap. Grannarnir, kvinnan sjálv og læknarnir.

Harðskapspolitisturin arbeiddi skjótt. Tá gentan varð útskrivað frá landssjúkrahúsinum, har hon eisini arbeiðir, hevði hann tømt íbúðina á Eirargarði og leigað aðra íbúð í í Havnini.

Gentan var sjálvandi illa fyri, og onkusvegna hevur tað eydnast at fáa gentuna at halda fram við samlívinum.

Politisturin og sakførari hansara royndu at fáa gentuna at lúgva, og at taka meldið aftur.

Politiið útpeikaði sakørara til gentuna, sum var Bjørn á Heygum. Gentan vildi tó ikki lúgva um tilburðin, men var hørm um støðuna coppur hennara var komin í.

Sakførari hennara hevði loysnina. Vildi hon ikki lúgva so kundi hon bara nokta at siga meira í málinum. Hetta skuldi so eisini vísa seg at vera nokk.

Ferðaliðið hjá løgregluni kom til Føroyar at avhoyra partarnar, sum skuldi vísa seg at hava eittans endamál, at koma samstarvsfelagnum í Føroyum úr knípuni.

Danska ferðaliðið valdi bara at avhoyra politistin og unnustu hansara. Grannarnir, sum meldaðu vórðu ikki avhoyrdir.

Heldur ikki læknar ella starvsfólk á landssjúkrahúsinum.

Men tað var longu frammanundan greitt, at offurið vildi ikki taka meldið aftur. Spurd um hon stóð fast uppá meldið og tað, sum hon frammanundan hevði forklárað, læsti hon støðuna - akkurát, sum sakførarin hevði rátt henni til, og segði:

- Eg havi ikki meir at siga í málinum. Men hetta var eisini nokk fyri danska ferðaliðið. Teir høvdu heldur ikki meira at gera í málinum.

Politisturin er komin aftur í starv hjá løgregluni, sum hann fyrstu tíðina var suspenderaður frá.

Sostatt er greitt, at skuldsetingin varð tikin aftur.

So nú hevur løgreglan í Føroyum fingið vældekkandi heitið:

Psyko-Cops.

Men lat okkum so staðfesta einaferð enn, at eitt meld stendur við makt, uttan mun til hvat annars hendir. Soleiðis arbeiðir løggan í øllum málum, og í hesum førinum er onki meld afturtikið.

Tá hetta er mannagongdin hjá løgguni, so vita øll hvat hendir við høgtstandandi politistinum, ið varð tikin fyri at koyra skít av sínum egnu.