Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Prostatabólkurin skipar fyri tiltakið mikukvøldið 2. juni kl. 19.00

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 2. juni kl. 19.00 til 21.00. Gestarøðari hetta kvøldið verður navnframi politikkarin og vinnulívsmaðurin Poul Michelsen, ið kemur at siga frá síni sjúkrasøgu seinastu árini.

Tiltakið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, í Havn. Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.

Skráin fyri kvøldið:
-Drekkamunnur
-Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
-Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
-Poul Michelsen sigur frá síni sjúkrasøgu seinastu árini
-Møgulig uppskot av evnum til komandi fund

GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi mikudagin 2. juni kl. 12.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo.

Vinarliga

Eirikur Ólason Simonsen, fm. í prostatabólkinum