Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Prostatabólkurin skipar fyri tiltaki mikukvøldið 17. november kl. 19.00

Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 17. november kl. 19.00 til 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn. Johan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, hevur framløgu um MR skanning av prostata.

Skráin fyri kvøldið:

Drekkamunnur
Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
Johan Poulsen serlækni í urologi á Aalborg Universitetshospital, hevur framløgu um MR skanning av prostata. Høvi verður eisini at seta spurningar.
Møgulig uppskot av evnum til komandi fund

GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu, ið hevur ella hevur havt prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir við.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi mikudagin 17. november kl. 12.00, á telefon 317959 ella skriva okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.