Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Projektering av nýggjum Musikkskúla

Mikudagin undirskrivaðu Tórshavnar kommuna sáttmála við fýra ráðgevaravirkir, um projektering av nýggjum Musikkskúla í Havn. Harvið er nú av álvara sett gongd á at útvega Musikskúlanum í Tórshavn nýggj og meira hóskandi hølir.

Projekteringin bjóða út

Samlaða projekteringin, sum sáttmálar nú eru gjørdir um, kostar góðar 4,1 mió kr. íroknað mvg. Tað verður arkitektavirkið Kontrast við Mayfinn Norðoy, arkitekti, sum kemur at standa fyri projekteringsleiðsluni og at gera arkitektaprosjektið. Hini ráðgevaravirkini eru verkfrøðingafeløgini, HMP Consult sum projekterar konstruktiónir, SMJ sum projekterar HVS og ventilatión, og LBF sum ger el-prosjektið. Hesir vóru valdir út, eftir at kommunan bjóðaði projekteringina út millum nøkur ráðgevaravirkir.

Byggingin liðug í 2015

Projekteringin skal eftir tíðarætlanini verða liðug 15. sept. 2013, og er ætlanin síðani at bjóða byggiarbeiðið út á heysti 2013, og at byrjað byggingina tíðliga í 2014. Um tíðarætlanin heldur, skal nýggji Musikkskúlin standa liðugur á várið 2015, og skal so takast í nýtslu tá skúlaárið byrjar eftir summarferiuna í 2015.

Sergjørdur skúlabygningur

Fyri Tórshavnar kommunu er hetta helst tann mest sergjørdi skúlin sum kommunan nakrantíð hevur bygt. Hann verður bygdur burturav við tí endamálið at brúkast til tónleikaundirvísing. Fyrireikingar hava eisini tikið rúma tíð, áðrenn komið er so langt sum nú, tá farið er undir at gera útbjóðingartilfar. Skúlin kemur at verða umleið 2000 fermetrar til víddar, og kemur at hava undirvísingarhøli til sera nógv ymisk ljóðføri og sløg av tónleiki.

At tørvurin er ovurhonds stórur, er als ongin ivi um. Sambært metingum frá umboðum fyri núverandi Musikkskúlan, kann væntast at í miðal eini 500-700 næmingar koma at fáa undirvising dagliga í nýggja Musikkskúlanum.

Staðsetingin gjølliga viðgjørd

Í 2005 gjørdi kommunan eitt álit um nýggja musikkskúlan. Í desember 2009 játtaði býráðið tað fyrstu hálvu milliónina at gera byggiskrá og aðrar forkanningar, og var Mayfinn Norðoy, arkitektur biðin um at gera nakrar skitsur av ymsum møguleikum. Í hesum sambandi hevur staðsetingin av nýggja Musikkskúlanum eisini verið nógv viðgjørd. Frúutrøð og Skálatrøð hava verið nevndir sum tveir møguleikar, og somuleiðis hevur verið umrøtt um musikkskúlin skuldi byggjast saman við øðrum mentunnarligum virksemi, sosum tjóðleikhúsið ella líknandi. Endin var tó, at mæla til at leggja nýggja musikkskúlan á stóru fløtuni sum kommunan eigur eystandyri Norðurlandahúsið. Kommunan tók upp samráðingar við Norðurlandahúsið um hesa staðseting, og møtti stórari vælvild har. Báðir partar vóru samdir um, at góðir møguleikar eru fyri at tveir slíkir mentunnarstovnar kunnu fáa gleði og gagn av hvørjum øðrum. Staðsetingin var eisini løgd fyri friðingarmyndugleikarnar sum somuleiðis hava verið sera jaligir um hesa staðsetingina, sum friðingarmyndugleikarnir góðkendu beint fyri ólavssøku í ár.

Peningur er játtaður

Býráðið hevur í 2011 og 2012 avsett 12 mió kr. til nýggja Musikkskúlan, eins og skúlin nú er komin við í lagtíðar íløguætlan býráðsins. Tað var eitt samt býráð sum 28. juni í ár tók undir við at játtað pening til at prosjekterað útbjóðingartilfarið, og nú øll formlig viðurskifti eru komin uppá pláss, vóru sáttmálarnir við ráðgevararnar undirskrivaðir, og eru teir longu farnir til verka.

Býráðið er spent uppá hesa verkætlan, og sær hana sum ein týðandi part av framtíðar menningini av føroyska tónleikalívinum. Nógvir sera dugnaligir, ungir føroyskir tónleikarar hava gjørt seg galdandi bæði í Føroyum og uttanlands, og tað er neyvan nakar ivi um, at við nýggja Musikskúlanum í Tórshavn, verða umstøðurnar at klekja tónleikarar í heimsflokki betur enn nakrantíð í Føroyum.

Kelda: www.torshavn.fo