
PRIVATIR VEGIR Á KOMMUNALAR HENDUR
Nógvir vegir í kommununi eru privatir. Hesir krevja viðlíkahald og skulu eisini røkjast privat, tá ið eitt nú kavi er. Tí er Tórshavnar kommuna sinnað at yvirtaka privatar vegir í kommununi, og heitir kommunan á fólk um at senda eina fráboðan um hetta. Trýst her: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1430 fyri at fylla út umsóknarblað, ið verður sent kommununi.
Tórshavnar kommuna kann í útgangsstøðinum yvirtaka allar privatar vegir, har tað eru fleiri enn eini hús, og har vegurin hevur praktiskan týdning fyri fleiri borgarar. Í dag eiga umleið 440 privatfólk vegir ella partar av vegum í kommununi.
Vegirnir í kommununi verða bólkaðir soleiðis:
Vegaslag Longd
Annað 37 km
Býlingsvegur 39 km
Landsvegur 75 km
Ókend 13 km
Ringvegur 11 km
Sambindingarvegur 25 km
Sethúsavegur 84 km
Á kortinum her: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=2179 ber til at síggja, hvussu bólkingin er býtt.
Eigarin hevur skyldur
Ser nógvir borgarar í øllum bólkum eru ikki greiðir yvir, at teir eiga vegir ella partar av vegum. Tað er soleiðis, at ávísar skyldur fylgja við at eiga privatan veg. Víst verður til politiviðtøkuna her: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=146. Tí metir kommunan tað vera umráðandi, at eigarar gera vart við seg um at sleppa undan einari skyldu, sum natúrliga liggur hjá eini kommunu.
Tá ið Tórshavnar kommuna hevur yvirtikið ein veg, er tað kommunan, sum rekur og dagførir vegirnar. Kommunan letur ikki pening fyri at yvirtaka vegir, tí talan er um yvirtøku av eini skyldu.
Fyrispurningar
Ert tú áhugað/ur at lata kommununi privatan veg, ella ert tú í iva, hvørt talan er um privatan veg ella ikki, ber til at venda sær til Tórshavnar kommunu, tel 302010 ella torshavn@torshavn.fo.