Privat skulu inn at veita almennar tænastur
Hetta sigur formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen í viðmerkingum til fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýrismann.
Prinsippið er, at almannaveitingar skulu fylgja tí persóninum, sum hevur tær fyri neyðini
Vit kunnu ikki taka tað sum eina sjálvfylgju, at tað almenna í framtíðini fer at klára at veita allar tær tænastur, sum vit í dag rokna sum sjálvsagdar. Vit eiga tí at hugsa ótradisjonelt og um, á hvønn hátt tann privati parturin av samfelagnum kann brúkast til at loysa hesar avbjóðingar.
Onkursvegna hava tær almennu Føroyar ta fatan, at almenn tilboð og tænastur bara kunnu veitast trygt og gott, um tað almenna sjálvt stendur fyri og er arbeiðstakari. Úrslitið er, at vit ongantíð fáa eftirkannað, um tey tilboð og tænastur, sum tað almenna veitir, standa mát við tørv og kostnað.
Hesa skeivu gongd eiga vit at broyta. Allar almennar tænastur innan m.a. barnaansing, skúla, almannaveitingar, heilsu- og eldrarøkt eiga vit at loyva privatum persónum og feløgum at geva sítt boð uppá at loysa. Landið skal í eindarprísum rinda fyri hesar tænastur - t.v.s at peningurin fylgir persóninum.
Fyrispurningurin um eldraíbúðir skal svarast á tingfuninum í dag.
Lesið allan fyrispurningin við at trýsta á linkin niðanfyri:
http://www.logting.fo/casewritten/view.gebs?caseWritten.id=719