Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Prísir og endurgjøld endurskoðast í fyrru helvt av 2017

Svar til § 52a fyrispurning nr. 34/2016 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni
Fyrispurningur um endurgjaldsprísir - landsjørð, settur landsstýrismanninum í
tilfeingismálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Kann landsstýrismaðurin í tilfeingismálum upplýsa galdandi endurgjaldsprísir fyri innan- og
uttangarðsjørð, mist vetrarbit, mist bit í haga og fyri mista fóðurframleiðslu?

2. Nær eru prísirnir seinast endurskoðaðir?

3. Um ásetingarnar ikki eru fylgdar, nær fer landsstýrismaðurin so at taka stig til, at hetta kemur í rættlag?

Svar:
Til nr. 1.
Prísir fyri jørð, mist bit og fóðurframleiðslu eru sambært kunngerð nr. 95 frá 2007 hesir.

Prísir á jørð við meira:

Hvussu bygdirnar eru flokkaðar í økisbólkar sæst av tabellini niðanfyri:

Til nr. 2.
Fiskimálaráðið hevur viðgjørt spurningin um prís á jørð í sambandi við ávís mál seinastu árini, m.a. í sambandi við lógarbroyting í lóg um landsjørð við atliti at leigu av kommunulendi til almannagagnligt endamál.

Prísásetingin til dagliga avgreiðslu, sum kunnað er um í svari 1, er ikki broytt síðani 2007.

Í 2010 gjørdi Búnaðarstovan ikki uppskot til broytingar. Leiðslan fyri stovnin staðfesti, at orsøkin var einamest, at lítil og ongin broyting var í inntøku- og kostnaðarstøðinum í seyðahaldinum frá 2007 til 2010.

Seint í 2013 var samskifti millum Búnaðarstovuna og Fiskimálaráðið um endurgjaldið fyri mist bit og mista fóðurframleiðslu. Búnaðarstovan hevði í uppskoti at broyta endurgjaldið fyri velt lendið úr 4,80 kr. til 5,41 kr. og fyri haglendi úr 0,70 kr. til 0,77. Stovnurin metti og mælti til, at endurgjaldið fyri mista fóðurframleiðslu varð óbroytt. Hóast nevndu endurskoðan, so broytti Fiskimálaráðið ikki endurgjøldini.

Til nr. 3.
Undirritaði fer at endurskoða prísir og endurgjøld í fyrru helvt av 2017.

Búnaðarstovan hevur gjørt vart við, at avgerðir í Hægstarætti í málum um endurgjald fyri mistar árligar inntøkur kunnu fáa týdning fyri útrokningargrundarlagið undir spurninginum um endurgjald fyri ávikavist mist bit og mista fóðurframleiðslu.

Høgni Hoydal
landsstýrismaður