Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

PRINSIPPIÐ UM FASTFRYSTING LOKSINS BROTIÐ

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Við einari samtykt í Løgtinginum í dag er Hóast loysingarflokkar og politisk mótstøðufólk seinastu mánaðirnar hava lagt kreftir í at lítisgera týdningin av Ríkisveitingini, so hava sambands- og samríkisfólk, ið vilja Føroyum væl, í dag vunnið ein týðandi politiskan sigur.

Løgtingið hevur í dag samtykt Ríkisveitingina fyri 2012, og harvið er eitt týðandi politiskt prinsipp brotið. Talan er um prinsippið um fastfrysting av Ríkisveitingini, sum fullveldisstýrið innførdi í óðum verkum eftir einari nátt fyri 10 árum síðani. Hetta er eitt politiskt framstig, og fleiri stig av hesum slagnum skulu takast. Nú kunnu Fólkatingið og danska stjórnin endaliga avgreiða málið fyri í ár.

Langsiktaða arbeiðið við at normalisera Ríkisveitingina og fáa hana dagførda heldur fram bæði her heima og á Christiansborg.

Sambandsflokkurin á Christiansborg

Edmund Joensen, fólkatingsmaður