Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

PRESSAN er heft at politiskum og privatum áhugamálum

Í sending í KvF verður óført skift orð um at vera heftir ella óheftir miðlar ella miðlafólk. Dømir um um ymiskt verður tikið fram, vend og endavend, men har situr ein vertur, sum avgjørt ikki er óheftur.

Skrivað og greinað av Dan Klein:

Lat meg taka afturíaftur, at Øssur Winthereig, bæði er tjóðveldismaður, hevur verið valevni, og er hugsjónarliga heftur at hesum flokkinum, eisini í gerandisdegnum.

Hetta avdúkaði hann sjálvur á Facebook, tá hann noktaði at ynskja dønum tillukku við VM sigrinum í handbólti, men helt seg ikki aftur at ynskja norðmonnum til lukku við øðrum plássi.

Verturin helt seg síðani heldur ikki aftur í at nevna teir veruligu miðlarnar í Føroyum. Her nevndi hann so bara vinirnar, men "gloymdi" Oyggjatíðindi, sum ikki var til í hesum sambandi. Men tað var ikki av tilvild, tí hann visti betur, hevur hann langt síðani sjálvur staðfest.

Tað staðfesti verturin uppundir fyrireikingarnar av sendingunum, "PRESSAN". Tá hevði hann valt at senda mær innbjóðing til at vera fastur partur av panelinum, alt eftir hvørji evnir skuldu viðgerast,og um tað var viðkomandi, at miðilin var partur av kjakinum.

Men hetta var svarið frá Oyggjatíðindi, sum eg skrivaði til Øssur Winthereig, sum hevði hendan adressulistan til miðlarnar: 

hg@kvf.fo; georg@dimma.fo; eirikur@sosialurin.fo; barbara@sosialurin.fo; johann@nordlysid.fo; ingi@r7.fo; midlar@midlar.fo; gunnar@skuvadal.fo; nn@portal.fo; oyggjat@olivant.fo; arni@ting.fo

Til rætta viðkomandi

Umber, at eg ikki havt sagt frá fyrr. Dugi ikki at síggja nakra meining við okkara luttøku.

 Skal tí boða frá, at herfrá kemur onki umboð.

 Vinarliga

 Oyggjatíðindi

 Dan Klein

Síðani var Oyggjatíðindi knappliga ikki til, og tað er PRESSAN og óheftni, í einum nøtuhylki..

Viðheft er innbjóðingin frá Øssuri Winthereig, og PRESSUNI, at luttaka í sendingini, og eg má viðganga, at eg gjørdi rætt. Tað eru veruliga søgur, og gølur av gigantiskum dimentiónum og við samfelagsrelevansi, sum hava verið frammi alment, men áhugin at viðgera hesar gølur, hevur tann politiskt og persónliga hefti verturin ongan áhuga í.

Tað er ófatuligt, at KvF stjórin enn heldur hondina yvir hesum vertinum, og letur hann eisini seta dagsskránna fyri, hvat KvF stendur fyri. Ikki serliga trúverdigt, og er við til at flestu føroyingar ikki longur tíma KvF.



panelluttakar_2.pdf