
Pressa og propaganda
Týsdagin 15. mars kl. 19.00 setur Norðurlandahúsið pressa og propaganda í brennidepilin.
Óheftir russiskir miðlar stríðast eitt hart stríð. Kreppan í Ukraina hevur víst, hvussu truplar arbeiðsumstøður russiska pressan hevur.
Tíðindaskriv:
Í 2014 var ovasti blaðstjórin á Lenta koyrd frá, og ein pro-Kreml blaðstjóri var settur í henna starv. Tað førdi við sær, at meginparturin av redaksjónini segði upp og flutti til Riga og har stovnaðu tey óhefta miðilin Meduza.io.
Ivan Kolpalov er blaðstjóri á Meduza.io, sum er eitt nýment russiskt miðlahús, ið hevur vunnið metstóra undirtøku og verður skírt frælsa russiska pressan í útlegd. Ivan Kolpakov fer at røða um støðuna hjá russiskum miðlum, um hví russiskir miðlar flyta til Riga og um russiska propaganda sum heild.
Tiltakið er ókeypis.