Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poula skal ráðgeva Fakfelagssamstarvinum

Poula Michelsen Kass er sett í starv sum ráðgevi hjá Fakfelagssamstarvinum, sum umboðar seks fakfeløg. Ráðgevin skal virka fyri at fremja felags áhugamál hjá limunum í teimum seks limafeløgunum og arbeiða fyri at geva feløgunum størri ávirkan

Fakfelagssamstarvið hevur tikið eitt avgerandi stig móti einum meira formaliseraðum og styrktum samstarvi millum seks virkin feløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

Samstarvið setti í fjør eitt starvsfólk í avmarkaða tíð m.a. at kortleggja tørvin á økinum. Í vetur varð so avgjørt at lýsa eftir og seta ein ráðgeva í fast starv, at arbeiða fyri feløgini.

Samskipa virksemið
40 ára gamla Poula Michelsen Kass er sett í fast starv hjá Fakfelagssamstarvinum, at samskipa felags virksemið hjá feløgunum. 

Ráðgevin skal m.a. greina samfelagsviðurskifti og útvega feløgunum dátugrundarlag í mun til fakfelagsligar spurningar. Hon skal menna og útinna kunningarætlanir og vera sparringspartnari hjá fakfelagsleiðslununum, tá talan er um at menna fakfelagsligar strategispurningar.

Fast starv
Poula Michelsen Kass er úr Havn. Hon hevur útbúgving sum marknaðarføringsøkonomur og HD í organisatión og er í løtuni um at vera liðug sum master í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Hon arbeiddi í átta ár í Bank Nordik. Fyrst sum marknaðarleiðari, síðani sum stjórnarráðgevi og til endans sum starvsfólkaleiðari. Harafturat hevur hon havt nevndarsessir í handils- og vinnulívinum.

Betri vitan – størri ávirkan
Tey seks feløgini, sum eru í Fakfelagssamstarvinum eru Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.

Endamálið við samstarvinum er at geva feløgunum størri styrki sum samfelagsligur áhugabólkur, so at tey fáa størri ávirkan á arbeiðsgevarar og myndugleikar. Feløgini miða eftir at hava felags støðu til viðkomandi samfelagsmál, sum kunnu gagna limunum. 

Við at samskipa virksemið vóna feløgini eisini at gagnnýta fakligu royndirnar, vitanina og fíggjarligu og menniskjaligu orkuna hjá feløgunum betri.

Fakfelagssamstarvið