Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poul Michelsen løgmaður

Nú samgongusamráðingar fara fram, er tað eitt sum hevur undrað meg, og tað er hvussu tað ber til, at eingin hevur skotið upp at Poul Michelsen skal gerast løgmaður í eini sjálvstýrissamgongu. 

Sum kunnugt hava sjálvstýrisflokkarnir vunnið valið. Hetta hóvar ikki danafjepparunum, og teir nýta sjálvandi øll lokabrøgd fyri at fáa spilt ímillum teir flokkar, sum vilja hava sjálvstýri. Hetta er ein royndur politikkur, og hann hevur eydnast væl higartil. 

Nú hevur hetta gjørt, at tað ikki ber til hjá teimum stóru sjálvstýrisflokkunum, A og E, at semjast um at annar av teimum fær løgmannin í einari sjálvstýrissamgongu. Tí er neyðugt at fara niður til smærru flokkarnar fyri at finna løgmansevni hjá sjálvstýrisflokkunum. 

Her er upplagt at semjast um at fáa Poul til løgmann. Hann hevur royndir í politikki. Hann er sjálvstýrismaður um ein háls. Hann er vinnulívsmaður, og kann tí samstarva við tann ikki-vinstra meiriluta, sum er í tinginum. Hetta er jú ógvuliga týdningarmikið, tí tað ber illa til at stýra einum landi uttan at hava vinnulívsmenn í parti við sær.

Zakarias Wang=