Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Postverksstjórin: Eg havi hvørki horn ella hala

Gamlar Perlur: Eg visti, at eg fór at fáa nógv omanyvir meg, tá eg átók mær starvið, sum stjóri í Postverk Føroya, sigur Sofus Clementsen, ið heldur ikki ivast í, at trýst skal leggjast á stovnin uppundir samráðingarnar.

Samrøða við postverksstjóran í Oyggjatíðindum 2. november 2007:

- Vit á postverkinum hava leingið undrast yvir, nær vit fóru at hoyra frá Oyggjatíðindum, sigur stjórin, Sofus Clementsen, sum gjøgnum samrøðuna virkaði eins kaldur og ein trivaligur Fómísur, men hann hevði svar uppá næstan allar spurnningar, og kundi eisini vinda seg sjálvan upp til nakað, ið minti um ein góðan hondmixara.

M.a., sigur fjálturstungið starvsfólk á Postverk Føroya, at fólk enn sita á sínum posti og syrgja við eingist og boygdum høvdi, aftaná at enn eitt starvsfólk - ein starvsleiðari - er koyrdur og tveir ser-frøðingar fluttir og settir uttan fyri dyr leiðslunar.

- Serfrøðingur í okkara verð á postverkinum er eitt ókvæmisorð, sigur kelda, ið hevur ta fatan, at er ein opin mótvegis stjóranum og sigur honum í móti, er leiðin tær greið, uttan fyri stendur tú so ella so.

Á jólaveitsluni, tók stjórin orðið. Keldan sigur, at røða hansara tók fleiri korter: - Ein hevði stórar vónir til nýggjar tíðir við nýggja stjóranum, sum sýntist at hava nakrar visjónir:

Men tað var skjótt, at »forventningens glæde...« varð sundursorlað, tá allir verandi leiðarar vórðu skýrdir meir ella minni ódugnaligir.

- Sum starvsfólk sat ein ikki sørt bilsin av at fáa at vita, eingin leiðari hevði leiðaraevnir. Matarlystur og veitslurómur mín svann burtur í onki, sigur kelda. Síðani verður víst til, at leiðslan fann eitt leiðaraevni aftaná sama jóla-borðhald á Postverkinum.

- Hennara serkunnleiki stóð í, at hon í rúsi kundi syngja ein stuttligan grønlendskan sang, sigur kelda.

Nakrar mánaðir aftaná hesa jólaveitsluna verður eitt annað starvsfólk sett, sum leiðari fyri Sandoynna, og sagt verður, at hetta var einasti persónurin úr oynni, sum møtti upp til jólaveitsluna.

Keldan sigur seg ofta sita við ikki sørt merkilig-um smakki í munninum, ikki minst av eingist áðr-enn og aftaná ymiskar fundir, sum t.d. hava verið á Hotel Hafnia, Listaskálanum, Óðinshædd osfrv., og sum stjórin hevur skipað fyri. Sofus Clementsen, sig-ur, at leiðslan setir prís uppá, at fólk møta til tey tiltøk, ið Postverkið skipar fyri.

Er tað ein treyt at koma sær fram á stovninum, at fólk møta til jólaveitslur? - Nei, tað er tað ikki, men, at hava fólk á leiðslustigi, ið eisini duga at hugna sær saman við øðrum, meti eg vera ein góð dygd, men vit hava eisini onnur tiltøk á post-verkinum, og leiðandi st-arvsfólk hava eisini víst hegni í aðrar mátar, sigur Sofus Clementsen.

Jólaveitslur plaga at vera hugnaligar, røðurnar stuttar og fittar, men her fær ein kenslu av, at inna-ri svínhundurin hevur verið undan?

- Hatta kenni eg heldur ikki aftur. Havi ikki hoyrt, at fólk hava verið misnøgd við røðuna.

Tað kann jú eisini vera, at starvsfólk ikki tora at siga tað, tí tey hava kenslu av, at tú vísir eitt satt einaræðisráðislyndi, ið ikki tolir mótspæl, men sum gongur runt við svartari hettu og líggja, fyri at geva mótspælinum mønustingin?

- Nei, als ikki. Td. hevur ein leiðandi persónur í Postfelagnum kritiserað leiðsluna fyri at fundast ov nógv. Hví heldur tú, at vit hava so nógvar fundir. Tað er júst tí, at øll eru ikki samd, og tað skulu vit heldur ikki vera. Eg seti stóran prís uppá, at fólk á leiðslustigi, eins og øll onnur starvsfólk hava, kunnu siga sína hjartans meining:

- Tað er eisini ein dygd í mínari verð, sigur Sofus Clementsen.

Tað verður annars sagt, at leiðslan á postverkinum pressar og hóttir fólk út á eitt síðuspor, og at fólk av somu orsøk tiga og vóna, at hetta fær ein enda. Tey siga seg eisini krúpa, bukka høvur, og sita bara og vóna, at hvassu vindarnir ikki røkka inn til teirra. Hetta er ein ótespilig my-nd, ið lýst verður.Ein fær fatan av, at tú hevur bæði horn og hala?

- Satt at siga, so hugsaði eg um tað sama, tá eg kom í starvið, tí so nógvar broytingar vóru neyðugar fyri at fáa vent gongdini á Postverkinum. Tað eru sera nógv starvsfólk, og eg visti væl, at eg fór ongantíð at gera øll nøgd, sigur Sofus Clementsen.

- Men eg havi hvørki horn ella hala...