Posturin í Føroyum 150 ár
Posta bjóðaaði viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum til almenna 150 ára móttøku fríggjadagin 24. september.
Í 150 ár hava allir føroyingar verið okkara viðskiftafólk og tað ynskir Posta at hátíðarhalda saman við føroyingum.
Røtur aftur til 1871
Í 1871 varð fyri fyrstu ferð ein lóg um postviðurskifti, ið umfataði Føroyar sett í verk. Lógin merkti, at postútberingin til føroyingar fyri fyrsti ferð varð skipað og reglulig.
Í ár eru tað samstundis 45 ár síðan, at postverkið kom á føroyskar hendur. Virksemið er nógv broytt gjøgnum árini, og leikluturin í samfelagnum er framvegis stórur.
”Gjøgnum tíðina hevur posturin havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Í dag flytur Posta alskyns sendingar, stórar sum lítlar, til føroyingar kring landið, til fyritøkur og til stovnar.
Posta væntar eina hugnaliga móttøku saman við teimum, sum koma at hátíðarhalda við okkum,” sigur Joel undir Leitinum, stjóri.
Í samband við 150 ára dagin, bjóðaði Posta tónleik við Lenu & Niclas, umframt hugleiðingar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni og Karini Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinnu.
150 ára serprent í plakatstødd
Í sambandi við dagin, hevði Posta framleitt serprent av føroyskum frímerkjum í plakatstødd. Plakatirnar kundu keypast til móttøkuna, ella bíleggjast á stamps.fo. Talan var um avmarkaða nøgd.