Postrán á Eiði: Tveir handtiknir
Gamlar perlur: Løgreglan hevur tikið tveir mans í samband við post-ránið á Eiði. Uttan at vita tað við vissu, so verður ikki hildið at upphæddin røkkur til eina millión, ið stolin er. Oyggjatíðindi 24. september 2004.
Longu mikukvøldið kundi Oyggjatíðindi, sum fyrsti fjølmiðil avdúka á heimasíðuni:
www.oyggjatidindi.com, at rán var framt á posthúsið á Eiði.
Fyrstu meldingarnar ljóðaðu, at ránarin var farin avstað við einum pengaskápi við einari millión, sum skuldi gjaldast út til pensjónir.
Vit vistu eisini longu mikukvøldið at siga, at ikki færri enn tríggir politibilar leitaðu eftir ránarum og pengaskápi á Funningsvegnum.
Løgreglan hevði eisini fingið sær hjálp frá froskmonnum, sum kavaðu í Hagagjógv, í vónini um, at finna pengaskápið.
Hósmorgunin fingu vit váttað á kriminaldeildini í Havn, at ránið var framt.
Leiðarin á kriminaldeildini í Havn, Bergleif Brimvík, váttaði hósmorgunin, at postrán er framt á posthúsið á Eiði, og at tveir persónar eru tiknir í samband við ránið.
Pengaskápið hevðiløgreglan tó tá ikki funnið.
- Vit hava akkurát fingið hetta mál inn á borðið, og vita ikki rættiliga hvussu nógv er stolið frá posthúsinum á Eiði, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini í Havn, sum hósmorgunin kom uppí málið.
Hann váttaði tó, at tveir mans eru tikinir.
Brimvík sigur, at so vítt løgreglan hevur fingið at vita, so vóru 20 túsund krónur í pengaskápinum.
Umframt hetta vóru 40 túsund kr. í frímerkjum.
Eisini kekkar og annað skal vera í skápinum, sigur leiðarin á kriminaldeildini. Men hann váttaði eisini, at pengaskápið ikki er funnið enn.
Leiðarin sigur, at tey hava ikki hoyrt um, at pensjónir skuldu liggja í skápinum, men enn vita tey onki við vissu um innihaldið, er tað seinasta vit frættu um postránið á Eiði áðrenn blaðið fór til prentingar.
Oyggjatíðindi veit tó, at teir báðir menninir, sum tiknir eru, búðu í sama húsi á Eiði.