Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Postgjaldsmerki 2013: Trøllapætur

1. oktober vórðu fýra nýggj postgjaldsmerki givin út. Hetta er sætta árið á rað, at føroysk postgjaldsmerki verða givin út. Myndevnið í ár er Trøllapætur, sum bæði stór og smá kenna, og hevur Eyðbjørn Jacobsen tikið myndirnar.

Síðani ár 2000 hava trøllini innspælt fimm filmar og útgivið tríggjar fløgur. Trøllapætur og omman hava framført fyri nærum øllum smábørnum í Føroyum, og hava eisini havt framførslur í Danmark, Íslandi og Grønlandi.

Tvey postkort verða somuleiðis útgivin.

Les meira um nýggju frímerkini á www.stamps.fo