Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Posta vunnið heiður

Posta hevur enn einaferð vunnið heiðursmerki í Beijing, Kina. Hesa ferð hava vit vunnið besta prentið - “Best Printing Award” fyri smáarkið “Annika í Dímun”, sum Edward Fuglø hevur teknað. Arkið varð givið út tann 21. februar 2011, og er tað prentað hjá Southern Colour Print í Ný Sælandi. Vit á Posta eru sera fegin um hendan heiðurin. Les meira um frímerkjaútgávuna her:

http://www.stamps.fo/Default.aspx?ID=1119&ProductID=PROD212

Posta Stamps var við á frímerkjaframsýning í Beijing í døgunum 1.-4. november. Teir dagarnar framsýningin var opin vóru gott 100.000 vitjandi, sum keyptu og hugdu. Hetta var sera hugtakandi, tá hugsað verður um, at í Evropa eru tílíkar framsýningar væl vitjaðar um eini 5-6000 fólk koma á gátt. Posta hevði felags norðurlendskan bás, og riggaði hetta sera væl.

Svenski frímerkjagravørurin, Martin Mørck var eisini á básinum og signeraði hann frímerki, ið hann hevði gjørt fyri Føroyar, Danmark og Grønland. Hann er kendur í Evropa og nú eisini í Kina, tí hann undirvísir ungum kinverjum og lærir teir at gravera frímerki. Kinverskir frímerkjasavnarar eru sera glaðir fyri at fáa frímerkini signerað av listafólkum.

Kinverska heimasíðu: www.stamps.fo/cn

Posta hevur, helst sum eitt tað fyrsta postverkið uttanfyri Asia, heimasíðu á kinverskum. Harumframt er hetta helst eisini fyrsta føroyska heimasíða, sum er á kinverskum. Kinverski marknaðurin er stórur, har eru fleiri enn 28 milliónir frímerkjasavnarar. Í mong ár hevur landið verið sera afturlatið mótvegis útlendskum mentanum, men er hetta við at broytast. Posta Stamps er tí í ferð við at byggja upp ein marknað har saman við norðurlondum.