Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Posta við virknari arbeiðsgongdum

Tíðindaskriv:

Posta hevur miðsavnað alla sortering og seting av posti á Óðinshædd í Tórshavn, og arbeiðir í løtuni við at umleggja útberingina. Hetta verður gjørt fyri at gera arbeiðið virknari, og fyri at laga útberingina til økini í landinum. Tað fer m.a. at hava við sær, at posturin kann verða borin út til best hóskandi tíð í hvørjum øki sær. Í flestu førum merkir tað, at postur og bløð verða borin út fyrr á degnum.

Søla av bygningum

Posta hevur seinastu árini lagt seg eftir hurð til hurð tænastu, soleiðis at alsamt færri pakkar skulu heintast á posthúsunum. Hetta hevur við sær - saman við miðsavningini av sorteringini - at tørvur er ikki á so nógvum plássi, sum er tøkt úti um landið.

Bygningarnir hjá Posta vóru í síni tíð bygdir til eitt nógv størri virksemi, t.d. kom ein stórur partur av rúsdrekkasendingunum við posti, tí verða bygningarnir í Klaksvík, Saltangará, Tvøroyri og Miðvági í næstum lýstir til sølu. Bygningarnir í Vági og Sandavági eru seldir fyrr í ár, og bygningurin á Eiði er til sølu.

Posta fer tó framhaldandi at hava posthús og vera tilstaðar í hesum økjum, eins og nú.