Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Posta vendir fyrstu ferð síðani 2006

P/f Posverk Føroya hevur í dag havt aðalfund fyri roknskaparárið 2012. Sølan fyri árið var gott 89 mkr, sum er á leið sama, sum árið fyri tá sølan var 90 mkr. Úrslitið fyri avskrivingar og rentur, EBITDA var eitt yvirskot á 3,2 mkr svarandi til 4% av søluni.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2006 at Posta hevur positivt úrslit áðrenn avskrivingar og rentur.

Úrslitið eftir skatt er eitt hall uppá 2,6 mkr í mun til eitt hall uppá 9,2 mkr eftir skatt í 2011.

Árið er merkt tillagingum og hevur felagið í árinum útreiðsluført fyri gott 3 mkr í uppsagnarlønum.

Andras Róin er komin í nevndina fyri Hákun Steingrímsson. Nevndin hevur skipað seg við Andras Róin sum formanni og Reidar Nónfjall sum næstformanni.