Posta okrar
Hetta sigur Jákup Vang, búsitandi á Tvøroyri, og vísir til ein faktura frá stovninum. Grein í Oyggjatíðindum 21. oktober 2011.
Nógvir føroyingar keypa alternativan heilivág í sokallaðum heilsuhandlum.
Uppaftur fleiri býleggja hesi evnir yvir internetið, ella á annan hátt. Men Posta, sum ikki hevur evnað at hildið skansanum, ella at økt um møguleikarnar, at funnið inntøkur frá øðrum tænastum, roytir bara tey viðskiftafólkini, sum enn hanga uppi í.
Nú um dagarnar varð Jákup Vang, á Tvøroyri rættiliga skelkaður. Hann hevði býlagt sær alternativan og heilsugevandi heilivág.
Vøran kostaði kr. 382,00.
Tað visti Jákup áðrenn vøran kom, men so kemur fráboðanin frá Posta.
Posta sigur, at Jákup skal betala kr. 56,00 fyri avgreiðslu av tollrokning fyri TAKS + mvg av avgreiðslugjaldinum uppá kr. 14,00. Samanlagt kr. 70,00.
Tað er so tann parturin, sum Posta skal hava.
Síðani skal Jákup Vang gjalda til TAKS:
Fyrst er tað GATT-tollur, kr. 43,00 + mvg kr. 118,00, og so skal Jákup eisini gjalda kr. 30,00 í tænastugjaldi til TAKS.
Sostatt skal Jákup Vang gjalda Posta og TAKS kr. 281,00 fyri at fáa ein lítlan pakka til Føroyar, sum kostar 382,00.
Fyri at tað ikki skal vera lygn, so er álagt Jákupi Vang ein kostnað fyri inngjøld og flytingar til føroyskar kontur. Hetta kostar kr. 20,00 at leggja omaná. Tað bar okkum ikki til at fáa viðmerkingar frá Posta áðrenn deadline, men Jákup Vang, hevur eina viðmerking:
Posta okrar.
Greinin var í Oyggjatíðindum 21. oktober 2011.