Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá vinstru: Nils Grubert (Posta Logistics) Anja Gleðisheygg (Flogfrakstleiðari) Ole R. Martensen (Stjóri Posta Logistics) Arina Bischoff (Søluleiðari) og Ingun N. Olsen (Fraktleiðari)

Posta Logistics kosin Børsen Gazelle fyri aðru ferð

Dóttirfelagið hjá Posta, logistikkfyritøkan Posta Logistics í Danmark, hevur fingið Børsen Gazelle viðurkenningina fyri aðru ferð. Fyrstu ferð var í 2019. Børsen Gazelle verður latin fyritøkum, ið vaksa samanhangandi ár eftir ár, og í minsta lagi hava tvífaldað umsetningin ella bruttoúrslitið seinastu fýra árini.

- Hetta er eitt stórt herðaklapp til starvsfólkini í Danmark og starvsfólkini í Føroyum. Hóast tað er danska deildin, sum hevur hevur fingið viðurkenningina, so hava øll starvsfólkini luttikið, sigur Ole Rosengreen Martensen, stjóri á Posta Logistics.

- Vit samstarva tætt hvønn einasta dag um at fáa sendingar skynsamt til og úr Føroyum og starvsfólkini hava øll gjørt eitt megnar arbeiði, sigur Ingun N. Olsen, fraktleiðari á Posta.

Posta Logistics byrjaði virksemið í 2015 og hevur síðan fleirfaldað bæði umsetning og talið av starvsfólkum til nú at fevna um 11 starvsfólk. Endamálið við at seta Posta Logistics á stovn var millum annað fyri at handfara flutningin millum Føroyar og Danmark enn betur og at veita eina enn betur tænastu.

- Vit hava upplivað stóran vøkstur í virkseminum seinastu árini. Tí er tætt samstarv ein fortreyt fyri at fáa sendingarnar trygt fram og hetta veit eg, at okkara viðskiftafólk seta prís uppá, sigur Arina Bischoff, søluleiðari á Posta.