Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Royal Arctic Line

Posta er nýtt umboð fyri Royal Arctic Line

Samhandilin verður munandi lættari.

Posta bjóðar nú beinleiðis sjóvegis flutning millum Føroyar og Grønland sum umboð fyri Royal Arctic Line. Samstarvið merkir millum annað, at tað verður lættari hjá føroyskum fyritøkum at røkka grønlendska marknaðinum, greiðir Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, frá:

”Hvørja viku handfer Posta alt góðs til og úr Grønlandi. Tað fer at verða ein fyrimunur hjá nógvum fyritøkum, serliga teimum, sum longu flyta góðs við Posta.”

Alt góðs er íroknað
Hvønn leygardag verður siglt beinleiðis úr Føroyum, og alt slag av góðsi, vanligt góðs, køli- og frystigóðs verður flutt. Til ber at senda bæði smærri sendingar og bingjur. Tí verður tað eisini meira áhugavert hjá fyritøkum at innflyta góðs til Føroya ella útflyta vøru.

Tað búgva gott 56.000 fólk og keypiorkan er stór. Vøruúrvalið er ikki stórt og tí kann hetta vera ein góður møguleiki hjá føroyskum nethandlum at gera seg galdandi í Grønlandi.

Mynd: Royal Arctic Line