Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

POLITTIKKARAR OKKARA ERU SERA ÓSMÆDNIR!

Teir áseta sína egnu løn og pansjónstreytir.

Megna teir at vinna árliga, saman við politisku lønini, á leið 1,2 miljón fáa tey eisini næstan fullan ágóða av flatskatti.

Og so skattafríu veitingarnar!

Tað er skammiligt, at fáa meiri í skattafríum veitingum enn sera mangar familjur í Føroyum hava eftir í løn aftaná skattagjøld.

Og so halda flokkarnir seg vera langt oman fyri lóg og landaskil, tí ongin teirra heldur treytir fyri "Gjald til politiska upplýsing", sum eisini er ein skattafrí veiting til teir somu.

Ongin polittikkari betalur skatt forút av pansjón, tí teir als ikki gjalda til sína okurspansjón.

Her er sera langt niður til meðalveljarin.

 Men hann sleppur heldur ikki sjálvur at áseta treytir sínar.

Kanska eiga lønarviðurskifti fólkavaldu okkara at komi á fólkaatkvøðu.

Hanus Vang