Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politistur hótti og breyt lógina

Politistarnir flentu tjúkt aftaná, men vistu ikki av, at telefonin var ikki avbrotin, og samtalan var bandað í hinum endanum.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Í seinastu viku bleiv Jóannes í Dali, úr Havn, uppringdur av politistøðini, og hóttur uppá tað grovasta fyri, sum løggan segði, at hava brotið eitt politihhald mótvegis fyrrverandi konuni, sum hann ikki mátti seta seg í samband við.

Men tað, sum løggan ikki visti var, at Jóannes bandaði samrøðuna, og eisini tað, sum bleiv sagt og flent eftir aftaná, at løggan helt seg hava lagt rørið á. Tað, sum ikki mátti henda, hendi.

Tá løggan helt, at nú var samtalan avbrotin, blivu politistarnir kortini festir uppá band, og klæddu seg sjálvar av. Teldubrøvini til konuna follu ikki í góða jørð. Konan vendi sær til løgregluna, og meldaði fyrrverandi mannin.

Tað er løgreglukvinnan, Sunrid Traðará, sum ringir til Jóannes í Dali: Hon leggur hart út. - Tú sendir ikki ein einasta mail aftrat, tí so komið eg eftir tær.

Halt uppat við hesum beinanvegin, tí hatta hevur tú ikki loyvi til?

Men Jóannes í Dali, sum nú veit hvat hann hevur loyvi til, sambært lógini, svarar aftur.

Fínt, so sig mær hatta við einari bót, ella dragsa meg í rættin.

- Ja, tað finni eg útav. Í fínasta lagið, svarar Jóannes í Dali, og samtalan var liðug, men so hendir nakað.

Sambandið verður ongantíð avbrotið, og tá Jóannes í Dali, hevur havt ringar royndir, so bandar hann samrøðurnar, og bandið koyrir framvegis, men á politistøðini í hinum endanum, vita tey ikki, at sambandið ikki er avbrotið…

Blaðið frá 2. juli 2010, kann keypast í blaðskipan okkara. Trýst á linkin.

Add to Cart