Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politistur hótti og breyt lógina: Flenti tjúkt aftaná

Í seinastu viku bleiv Jóannes í Dali, úr Havn, uppringdur av politistøðini, og hóttur uppá tað grovasta fyri, sum løggan segði, at hava brotið eitt politihhald mótvegis fyrrverandi konuni, sum hann ikki mátti seta seg í samband við. Men tað, sum løggan ikki visti var, at Jóannes bandaði samrøðuna, og eisini tað, sum bleiv sagt og flent eftir aftaná, at løggan helt seg hava lagt rørið á.

Perla: Oyggjatíðindi, 2. juli 2010

Tað, sum ikki mátti henda, hendi. Tá løggan helt, at nú var samtalan avbrotin,  blivu  politistarnir kortini festir uppá band, og klæddu seg sjálvar av.

Teldubrøvini til konuna follu ikki í góða jørð. Konan vendi sær til løgregluna, og meldaði fyrrverandi mannin.

Tað er løgreglukvinnan, Sunrid Traðará, sum ringir til Jóannes í Dali:

Hon leggur hart út.

- Tú sendir ikki ein einasta mail aftrat til Elsu Mariu, tí so komið eg eftir tær. Halt uppat við hesum beinanvegin, tí hatta hevur tú ikki loyvi til?

Men Jóannes í Dali, sum nú veit hvat hann hevur loyvi til, sambært lógini, svarar aftur.
Fínt, so sig mær hatta við einari bót, ella dragsa meg í rættin.

- Ja, tað finni eg útav.

Í fínasta lagið, svarar Jóannes í Dali, og samtalan var liðug, men so hendir nakað. 
Sambandið verður ongantíð avbrotið, og tá Jóannes í Dali, hevur havt ringar royndir, so bandar hann samrøðurnar, og bandið koyrir framvegis, men á politistøðini í hinum endanum, vita tey ikki, at sambandið ikki er avbrotið.

Av tí sama hoyrist, at fleiri politistar skera í skellilátur, tá ið teir halda, at samrøðan við Jóannes í Dali er avbrotin:

Í hinum endanum verður tosað í allar ættir, m.a. verður sagt: 

- Har var hann tikin av bóli, og kvinnuligi politisturin sigur:

 - Oh, Jesus ikki, maður mín skuldi koma aftur í gjár. Hann er ikki komin  - toka...

Og so tosa tey aftur um konuna hjá Jóannesi, um tað bar til at umdirigera teldubrøvini, men siga, at hetta gongur ikki, men at konan kann trýsta á ok, og so sletta mailarnar...

Onkur vildi vita hvat Jóannes í Dali segði, tó at samtalan byrjaði við, at Jóannes tosaði um ekkó á linjuni, og at Sunrid Traðará, váttaði, at hátalarin var frá út í rúmið, og so kom hermarin. 

Politisturin hermir eftir Jóannesi í Dali við at gera røddina snjalla, og tekur uppaftur setningin hjá honum: At tað ekkóar í...

Hann ikki bara hermdi eftir Jóannes í Dali. Hetta var greitt happing og vísir, at endamálið við at ringja og hótta mannin ikki var annað enn grovur ágangur, sum tíðiliga vísir, at løggan hevur brotið lógina fleiri ferðir.

Til seinast hoyrist kvinniligur politistur rópa. Pínadoyð, og stutt eftir verður sambandið avbrotið.

Sum um tað ikki var nokk, at politistarnir høvdu  avdúka seg sjálvi einaferð, men tað hendi aftur.

Hesaferð ringir Jóannes í Dali til telefonslúsuna, og spyr: 

Er Sunrid, nei, hon hevur frí, staðfestir hann sjálvur, og sigur: Lat meg so fáa  fatur í Hentze. 

Telefonin verður stillað inn til Hildur Hentze, men so hendir tað, at nógv tos er í hinum endanum, men ongin tekur hornið har Jóannes í Dali bíðar, men bandið er frá, og nú verða politistarnir aftur tiknir uppá band.

Nú leggja vit til merkis, at politistarnir hava fingið at vita, at fyrra samtalan var bandfest, og tosið gongur um Jóannes í Dali, og tilhaldið mótvegis konuni.

Tú sært hvat hann skrivar her, sigur kvinnuligur politistur, sum helst er Hildur Hentze, og  lesur úr teldubrævi, sum Jóannes í Dali hevur sent konuni...

Ein onnur rødd sigur: Eg segði bara, at hann var tikin av bóli, og tey staðfesta, at samrøðan var bandað.

Og so sigur Hildur Hentze: Vit tosa innanhýsis, tað mugu vit hava loyvi til. Hann er ein helvitis idiot. Eg flenti bara, staðfestir hon so eisini.

Og so staðfestir Hildur Hentze, at hon hevði hugd, og at tað stendur onki í Oyggjatíðindi, og so hoyrdist onkur blaða í einum blað, og stutt eftir verður sambandið avbrotið.
Politistur hótti og breyt lógina, og flenti tjúkt aftaná.