Politiskur kjakfundur um tørvin á rehabilitering í Føroyum
Eitt av hjartamálunum hjá Sambandsflokkinum er, at vit í Føroyum kunnu veita dygdargóð rehabiliterings¬tilboð til okkara borgarar. Tí skipar flokkurin fyri einum politiskum kjakfundi, har høvið verður at lýsa tørvin á rehabilitering í Føroyum og hvørjar politiskar framtíðarloysnir kundu verði hóskandi. Leiðslur og politikarar fara at leggja fram og greiða frá sínari vitan og royndum. Í hesum sambandi hevur Sambandsflokkurin bjóðað m.a. Birgitte Vikne frá Vejlefjord Rehabilitering í Danmark til Føroya at greiða frá um rehabilitering
Tað eru nógvir føroyingar, sum eru og verða raktir av álvarsligari sjúku, umframt tær avleiðingar hetta fær fyri tey avvarðandi. Jú skjótari og rættari sett verður inn við fysiskari, sálarligari og sosialari hjálpt, jú betri eru møguleikarnir at kunna venda aftur til lívið og ein vanligan gerandisdag.
Politiski kjakfundurin verður 31. august, kl. 19-21 - í Tórshavn, Aulan í Finsen.
Kjakfundurin verður stroymdur - Facebook: https://www.facebook.com/samband.fo og heimasíða: www.samband.fo
Vejlefjord Rehabilitering er eitt av teimum elstu sersjúkrahúsunum í Danmark, hoyrandi til Vejlefjord Grunnin, og liggur við Vejle Fjord. Síðan 1985 er tað fyrst og fremst heila¬skaði og rehabilitering á serviðgerðarstigi, sum arbeitt verður við.
Vejlefjord tekur ímóti borgarum úr øllum Danmark og árliga eru umleið 220 borgarar í einari viðgerðartilgongd. Tað er serliga neuro-psykologi´in, sum arbeitt verður við, har neuro-psykologar hava viðgerðarábyrgdina í tilgongdini hjá borgarunum - pláss er fyri 50 og harav eru 15 markað til ung við heilaskaða.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tikið ímóti borgarum við seinheilaskaða síðan 2015. Í hesum sambandi, er samstarv fingið í lag við Vejlefjord Rehabilitering. Terapeutar og sjúkrarøktarfrøðingar hava verið í starvsvenjing á Vejlefjord Rehabilitering, harumframt eru mánaðarligar tvørfakligar videokonferansir millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Vejlefjord Rehabilitering.
Birgitte Vikne, marknaðarleiðari og sjúkrarøktarfrøðingur, frá Vejlefjord Rehabilitering, fer at greiða frá um bygnað, uppgávur, sjúklingar, starvsfólk, endurvenjingarætlanir o.a. á einum av størsta rehabiliteringsdeplinum í Danmark.
Hini, sum fara at leggja fram á politiska kjakfundinum verða m.a. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, lands¬stýrismaður í heilsumálum, Johan Dahl, løgtingsmaður og Rósa Samuelsen, løgtingskvinna.
Eisini fara Alexandra á Dul, stjóri fyri Sjúkrahúsverkið og Hallur Thomsen, deildarstjóri í Almannaverkinum, at leggja fram um rehabilitering, ávikavist á heilsuøkinum, serliga sjúkrahúsverkið og á almannaøkinum.
Les meira um politiska kjakfundin:Skrá
Myndir: Birgitte Vikne og Vejlefjord Rehabilitering
Sambandsflokkurin