Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiskt trúvirði til sølu

Ein lygn er ikki altíð ein lygn. Eitt er at lúgva og eitt annað er at ikki siga allan sannleikan. Eitt er at svara bart út og týðuligt, so mótparturin skilir og kann fyrihalda seg til svarið og eitt annað er at tosa uttanum og við ymiskum metaforum og tekniskum formuleringum.

Hesin retorikkur er blivin praktiseraður so gjølla og yvir langa tíð av partum av okkara fólkavaldum politikarum, at hesum mátin at samskifta og greiða frá einum boðskapi til fjøldina er blivin legalur og eyðkenni fyri tað vantandi persónliga trúvirði, sum er ørkymlandi lágt og stendur fyri forfall.

Frástøða ímillum ávísar politikarar og fólki og manglandi essentiellir eginleikar hjá hesum politikarum til at kunna javnseta og javnmeta seg vid fólkið, men ístaðin undirmeta fjøldina vi at borðreiða við áhaldandi og støðugum lyftisbrotum.

Ein føroyskur politikari sitandi í løgtinginum far einans umleið, 40.000kr um mánaðin brutto, samsýning fyri nevndararbeiði, ferðapening og annað, so tú kanst ætla tær góði lesari, at her er talan um politikarar, sum eisini við røttum kunnu kalla seg fyri fyri politiskar martyrar, tiggermunke ella vagabonder. Neyvan nakra aðrastaðni í EU, eru politikarir so illa løntir..

Ein høg løn, sum sær út til at verða tann motiverandi faktorurin hjá nógvum av teimum sitandi politikarum og sær út til at verða tann syrgiliga orsøkin, til at hesir politikarir hava valt hetta arbeiði, sum sítt lívibreyð og ikki sagt við einum átrúnarligum undirtóna, sum eitt politiskt kall. Peningurin og samsýningin drívur verkið. Víð tíðini sæst, at summir berjast ímóti tí sprotna eyrindaleysa gamla spírinum, sum signalerar í talu og í handlingum, at tann einstaki politikarin er blivin mettur av politiskum døgum.

Einki skapar ein meira motiverandi politikara, sum hevur hug til at stríðast fyri síni sannføring, um lønin ikki drívir verkið, men passiónin fyri starvinum og málsøkjinum. Ein lægri løn til løgtings og landstýriskfólkini, er utopi tos, men ein røtt loysn. Í so fall, at tað bleiv skorið væl av lønini, so kundi vit sæð, hvør og hvørji veruliga, høvdi hug til at gerast politisk virkin.

Gott er at verða vitaður um egnar persónligar førleikar. Hvussu oftani hoyra vit ikki ein politikara, greiða frá, um seg sjálvar og teirra sterku og veiku síður. Aldrin uppá ein autentiskan máta, tí teir skulu framstanda frammanfyri fjøldini, sum persónar, vit hava álit á og sum hava neyðuga styrkina og vísdómin til at leiða landið. Talan er um mest sum tað perfekta menniskja. Eingin tímir at hoyra ella at lesa um tað menniskja, men felags fyri fólk, er at tey ynskja at kunna identifisera seg og merkja eina nærverðu, ímillum tey og teir politikarir, sum eru vald á ting. Vit fremja øll feilir og øll kunnu vit biða um eina umbering. Eina persónliga ella eina almenna umbering, fyri gjørda gerð.

Bara hygg eftur høvdinginum hjá einum lítlum útvaldum skara av fólksins flokki, hvussu hann leikar í og nú hevur valt at stevna okkara Kringvarpið fyri ærumeiðing. Ístaðin fyri, at koma við einari umbering til Føroyða fólk og hareftir, siga frá, at hann følir seg illa viðfarnan av fjølmiðlunum kemur ikki uppá tal, tí hjá honum er æran og trúvirði uppá spæl. Fíggjamálaráðharrin velur á henda hátt, at samskifta til fólki og ikki vid fólkið. At eisini hava evnini og stoltleikan til at appelera til sínar veiku síðir og vísa seg fram sum ein persónur á somu breiddarlongd, sum veljarin, gevur altíð nógvar sympatisørar. At hava vilja og hava sum eitt persónligt skoðsmál sum politikari og at kunna javnmeta og javnseta seg við borgaran er ikki neyðugt, men kann viðmælast. Góði Jørgen Niclasen, fjøldin er ikki býtt.

Gott er at verða nýskapandi og kreativur. Tað er mest sum ógjørligt at mótprógva, men kreativitetur er helst ikki eitt abstrakt fænomen, tí øll fólk eru kreativ innan nøkur økji og hava ongan kreativitet innan onnur økjir. At verða kreativur merkir eisini, at tú ikki bara evnar at skapa nýggjar møguleikar, men eisini er sannførdur um, at vanahugsanin, ikki altíð er eitt gott reiðskap, hóast royndirnar hjá teimum flestu kunnu greiða frá, at júst rutinan og vanahugsanin hjálpir teimum sum persónur at koma fram til eitt nøktandi úrslit, uppá ein skjótan og effektivan máta. Politikarir við einum fastlastum hugsunarhátti, hvørs avgerðir í málum alt ov ofta eru tiknar aðrenn, málið er loksins komi til atkvøðugreiðslu. Nýhugsanin má lúta fyri einum maktsjúkum og hopleyst intiativleysari strategiskari hugsan, har meginreglan er eittans, at verða sitandi í starvinum.

Bara hygg og lurta eftur, Bárði Nielsen løgtingsmanni hjá sambandsflokkinum, tá hann velur at stíða fram í miðlunum og greiða frá sínari ónøgd, tá hann heldur, at hansara formaður ikki hevur tikið tí røttu avgerðina í málinum, sum Bárður og hansara bakland eru komnir fram til og gjørdur samdur um ,at fíggjamálaráðharrin eigur, at verða loystur úr sínum sessi.

Tann 28/5-2014 var ført fram uppskot um misálitsváttan ímóti fíggfjarmálaráðharranum inni í føroyða løgting. Í gerðabókini stendur at lesa ,at Karsten Hansen, løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vórðu ikki á fundi og uppskotið fall. Kanska gerðabókin hevur gloymt at notera, at Bárður Nielsen var í øðrum ørindum og tískil heldur ikki var til staðar! Tann persónliga sannføringin hjá Bárði mátta lúta fyri hansara fakligu ambitiónum. Vanahugsanin og rutinan spentu bein fyri Bárði Nielsen og hann dumpaði og hevur í hesum samanhangi víst sítt manglandi dirvi, útstilla sín fastlásta hugsunarháttur og kann ikki kanditera til nakran formannskap eftur núsitandi formann. Góði Bárdur Nielssen, fjøldin er ikki býtt.

Gott er at verða ambitiøsur. Fólk eru ymisk og politikarir eru fólk. Tað sum er paradoksalt er, at tú sum borgari aldrin fer at hoyra ein politikara greiða frá, at hann stillar upp til komandi løgtingsval og at hann kann vísa á 3-4mál, sum hann vil arbeiða fyri og sum hann veruliga brennur fyri. Ístaðin verða vit borðreitt vid yvirfladiskum og alt umfevandi holdningum og áskoðanum, so politikarin hevur garderað seg og víst á eina støðutakan innan øll relevant málsøkji. Spurdur útyvir hesi økini er svarið : onga viðmerking og undirforstaði, at politiska baklandi má líka kunnast um hendan spurningin.

Spyrja vit ein borgara, so kunnu vit vanta at fáa eitt nágreingligt og viðkomandi svar, um júst hví, tey hava valt eina ávísa yrkisleið og hvørji mál, innan valda økji eru tann drívandi megin fyri júst hesum valinum. Gott er at verða ambitiøsur og betri er, at tú sum politikari kanst seta orð á, hvat fyri økji og hjartamál er tann motiverðandi fakliga drívmegin, aftanfyri tína avgerð, fyri at stilla upp og hví vit júst skulu seta okkara kross vid títt navn.

Bara hygg og lurta eftur fólkafloksumboðunum á løgtingi, Hanus Samró og Janus Rein. Tveir menn av sama kaliber. Hesir menn kunnaðu føroyða fólki um, hví teir stillaðu upp og hvørji málssøkji vórðu ímillum teirra hjartamál. Eitt av teirra felags áhugamálum var at arbeiða fyri skrásettum parlagi. Ett av mongum málsøkjum, kunnu teir grundgeva fyri, men eitt sera beinrakið og emonitielt umráði, sum hevur stórar avleiðingar fyri tey samkyndu, teirra familju og fólk sum deila hesa lívsfatan.

Tann 13/03-14, kom lógaruppskotið til 2. viðgerð um at loyva skrásettum parlagi og atkvøðurgreidslan fyri uppskotinum vísti týðliga, at fólksins umboð her bæði høvdu deildar meiningar og lítið sannlíkt, var at tey øll atkvøddi útfrá teirra persónliga sannføring. At hvørki Hanus Samró ella Janus Rein, atkvøddi fyri uppskotinum er í sjálvum sær ein greið áminning um, at eitt politiskt hjartamál hjá teimum ikki á nakran hátt er sambærligt við eitt persónligt hjartamál hjå veljaranum. Teirra persónliga sannføring var á uppisølu og bíliga til keyps.

Verri er, at eingin av teimum, hevur greitt frá, hvussu tað ber til, at teir komu fram til eina aðra niðurstøðu. Strategiska politiska útspælið hjá hesum bádum fólkafloksmonnunum er mest sannlíkt, at teir halda, at fólkið við tíðini gloymir hetta lyftisbrot. Janus Rein og Hanus Samró velja ein annan framferðarhátt enn teirra formadur, nevnliga at hvørki tala til ella við veljaran. Sannleikin er tann, at fjøldin er ikki býtt.

Gott er at verða málrættaður. Eitt er at verða miðvísur, eitt annað er at verða sera miðvísur og eitt triðja er at vera fullkomuliga miðvísur. At verda miðvísur er í sær ein góður eginleiki at hava, men alt ov oftani verður tað miðvísandi arbeiði sera misvísandi hjá føroyskum politikarum í løgtinginum. Ein ávís áskoðan, sum ofta ikki relativ ella er í tráð vid tann persónliga málsetningin. Áskoðanin er ofta vandamikil ella bara til láns.

Tann 29/10-2011 bleiv Jóna Mariusardóttir Mortensen vald á ting, sum umboð fyri Sambandsflokkin. Hvat skuldi vísa seg at verða eitt miðvíst arbeiði hjá Jónu Mortensen, sum bleiv vald á ting við einum serligum hjartamáli, nevnliga at betra um umstøðurnar hjá teimum sálarliga sjúku og verða ein garant fyri tey veiku í samfelagnum. Tað var sera merkisvert at uppliva, hennara passivitet uppi á talarastólinum, tá uppskoti um eina eykajáttan til eitt fountain hús uppá 2,5 milliónir fall. Júvist, góða Jóna, situr tú bara sum varalimur í trivnaðarnevndini, men tað er ikki ein saklig ella uppá nakran máta ein nøktandi frágreiðing, sum kann undirbyggja, at tú i hesum sambandi, bara valdi at leggja hendur saman, játta nikkandi og efturkoma nidurstøðuni hjá tínum flokki í hesum máli. Títt trúvirði vaklar og stendur ikki í tráð vid tína persónliga sannføring. Alt fyri sessin. Einki fyri fjøldina.

Tveir sera miðvísir politikarar í løgtinginum eru Brandur Sandoy fyri Fólkaflokkin og Gerhard Lognberg fyri Sambandsflokkin. Aftur tveir menn av sama kaliber.

Munurin á hesum báðum monnum er í útgangstøði, at politiska umboði fyri Fólkaflokkin Brandur Sandoy torir at stíða fram og siga, at hansara hjartamál og tann grundleggjandi orsøkin til, at hann er virkin í føroyskum politikki er at verja tey lokalu áhugamálini á hansara sandoyggj. Ein maður er ein oyggj. Hansara áskoðan er ikki til láns, men so sanniliga til frama fyri alt sandoyðar fólk og síðani so vítt tad kann lata seg gera fyri føroyða fólk. Góði Brandur Sandoy, eg loyvi mær at trúgva, at fjøldin er ikki býtt.

Táverðandi umboð fyri Javnaðarflokkin Gerhard Lognberg gjørdi bara bart og valdi at skifta flokk. Frá einum degi til annan bleiv hann umvendur. Frá at verða ein sosialist sá hann ljósið hjá sær og bleiv sosial liberalist. Eingin skomm og eingin reel politisk ákoðan ella mið. Politisk sjónarmið, sum glytra í vatninum og reika sær alt eftur hvønn vegin streymurin fer og hvussu landsslagið tekur form. Eg havi sum kunnugt ikki skift politisk sjónarmið ella áskoðan, men eg havi bara melda meg inn í ein annan flokk. Alt fyri sessin. Góði Gerhard Lognberg, fjøldin er ikki býtt.

Bara hygg og lær og lurta eftur umboðum hjá miðflokkinum, hvussu teir arbeiða fullkomuliga miðvíst ímóti ávísum málum. Hetta er eitt kent fænomen og mest sum hvørja ferð spælir illa av. Átrúnaður og fanatisma hond í hond og so nýtist ikki at borðreiðast við jarðligum grundgevingum.

Í seinnu helvt av árinum 2006 bleiv tað samtykt undir 2. viðgerð vid 17 atkvøðum fyri og 13 ímóti, at kriminalisera diskriminatión ímóti samkyndum í Føroyðum. Tað stóð hart ímóti hørðum, men so var gott at vita sær, at formaðurin Jenis Av Rana kundi bjóða sínum alt ov stóra fanatiska skara av viðhaldsfólki uttanfyri tingið eina pizza slice.

Sekularisman er av tí onda og til alla lukku fall lógaruppskoti, sum bleiv reist á tingið og sett til atkvøðu tann 13/4-14 fyri at loyva skrásettum parlagi. At tú ivast í um eitt fullkomið miðvíst arbeiði lønir seg, so spyr bara umboðini fyri Miðflokkin, Karsten Hansen, Bill Justinessen og Jenis Av Rana.

Gott er sum politikari at verða energiskur og vísa styrki og ágrýtni í tí dagliga politiska arbeiðnum. Einki er sum at síggja idealistar, sum verðuliga trúgva uppá, at broytingar kunnu fremjast í tí politiska virkinum, til frama fyri fólki og har tann einstaki politikarin ikki hevur eina persónliga agenda ella motiv aftanfyri eina atkvøðugreidslu ella avgerð í øðrum samnhangi vid møguligum persónligum ágóðum ella fyrimunum. Tess longri ein politikari, far høvi til at sita í einum starvi ella sessi, mest sannlíkt er tað, at motivatiónin og tann spírandi idealisturin, ikki kann mátast við sama persónin, tá hann legði grunnar undir og byrjaði við sínum politiska virki. Hetta ger seg eisini galdandi fyri føroyskar politikar, sum enn sita í løgtinginum.

Alfred Olsen umboð fyri Sambandsflokkin og sitandi limur í formansskapinum hevur veri løgtingsmaður sídani 1998 og sostatt í samfull 16 ár. Er hesin maðurin enn ein spírandi idealist ella mettur av politiskum døgum.

Jógvan á Lakjuni umboð fyri Fólkaflokkin og sitandi løgtingsformaður hevur verði politisk virkin í samfull 16 ár. Er hesin maðurin enn ein spírandi idealist ella mettur av politiskum døgum.

Bjarni Djurholm umboð fyri Fólkaflokkin og sitandi formaður í mentanarnevndini byrjaði sum varamaður fyri flokkin á tingi afturi í 1987 og hevur sostatt runt roknað verði politisk virkin í 27ár. Er hesin maðurin enn ein spírandi idealist ella mettur av politiskum døgum. Tað politiska virki hjá Bjarna leggur ikki lunnar undir hansara livikorð, tí í fall, at hann ikki sleppur inn á ting næstu ferð, so stendur eitt varastjóra starv og bíðar eftur honum yvri í eysturskúlanum og tað hevur tað gjørt síðani 1996.

Nógvir politiskir menn mettur av døgum og ein politisk kvinna, sum longu hevur fingið smakk fyri kaviar og langt aðrenn tíð hevur selt út av sínum virðum og byrjar at mettast.

Nýklaktir fólkafloks kapitalistar, sum hava fyri vana at tala vid tveimum tungum og viðhvørt, lata tøgnina ráða, enn at koma við einari frágreiðing.

Politikarir skulu hava eina høga løn, tí teir hava eitt so stórt ansvar og eg vil endurgeva orðunum hjá Preben Wilhjelm, ein danskur fysikari og fyrrverðandi politikari, sum segði í einari útgávu av Debatten á DR2 fyri umleið 2-3 mánaðum síðani beinleiðis til teir kapitallistisku spekulantarnar og við reference til teir borgarligu politikarnar, sum eru tengdir av girndini ” At i har et så stort ansvar, rend mig. Der er ingen, som har et så stort ansvar, sum chaufføren, som kører skolebussen, hver morgen”.

Sum ein partur av fjøldini, mást tú eisini taka eina avgerð. Tad er vón fyri framman. Vit skriva um ikki so leingi ár 2015.

Karl Jóhan Staksberg.

E-mail addr : runesean66@hotmail.com