Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiskt svik og privatkapitalistiskt svans

Skal nakað gott koma burturúr at broyta fiskivinnupolitikkin, so er neyðugt, at Sambandsflokkurin ger upp við stuðlarnar av privatgapitalistiska Fámannaveldinum innanfloks, og byrjar eina tilgongd, sum kemur at tæna øllum fólkinum. 

Samfelagsgreining í Oyggjatíðindum 16. Januar 2015:

Dan Klein, journalistur, skrivar

Her meta vit, at Javnaðarflokkurin er til at tosa við, og at flokkurin kann tveita “áttatiáranykkurnar” av sær, og fáa politisku realitetirnar at liggja frammanfyri ynskidreymarnar. Tjóðveldi er læst í einari ætlan, sum ikki tænir fólkinum, men bara snýr seg um makt, so tann flokkurin má avskrivast, sum partur av einari loysn. 

Heldur ikki Fólkaflokkurin sýnist at vilja koma burtur úr privatkapitalistisku rilluni, so tann flokkurin má eisini avskrivast, sum partur av einari loysn.

Fær Sambandsflokkurin stuðul frá Javnaðarflokkinum, er ongin ivi um, at hann eisini fær Framsókn við, tí tann flokkurin hevur gjørt upp við privatkapitalistiska Fámannaveldinum, men hevur ikki enn sæð skriftina á vegginum um, hvat Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í veruleikanum vilja, men tað skal nokk koma, og so eru møguleikar fyri at finna eina loysn.

Annar tingmaðurin hjá Miðflokkinum, sýnist at vera dottin útí, hevur fingið smakkin at føla við at sleikja “bolsjuna” við makt, meðan hin helvtin sýnist kanska at hava mist dirvi, men ikki politiska viti.

Fær Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Framsókn, og helvtin av Miðflokkinum eina avtalu í lag, so er eisini møguleiki fyri, at Sjálvstýrisflokkurin svimur inn í hylin.

Men ein avtala kann ikki byggjast á, at vinnan skal gjalda brúksrættin inn í landskassan. Hesin peningur má og skal inn í ein grunn, sum ikki má nertast fyrstu nógvu árini, so tað ikki heldur verður gjørligt hjá politiskum Fámannaveldum at brúka ella misbrúka “Fólksins ogn” til politiskt svik og svans.

“Fólksins ogn” skal ikki brúkast til politiskt svik, og privat-kapitalistiskt svans, skrivar Dan Klein, journalistur, at enda í hesi samfelagsgreining.

Linkir til aðrar greinar um tað sama niðanfyri:

http://www.oyggjatidindi.com/svik+og+svans.html
http://www.oyggjatidindi.com/hann+misti+maktina+men+hevur+dreymin.html
http://www.oyggjatidindi.com/vardi+svikini+i+moti+betri+vitan.html