Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiskt samstarv – ella onga ávirkan

Hví samstarva

Sambandsflokkurin er greiður yvir, at vegurin til effektiva politiska luttøku og ávirkan er samstarv við aðrar flokkar. Tað snýr seg ikki um at fáa alt ella onki, men um at seta felags mál og finna politiskar semjur um rakstur og íløgur, og um onnur stór politisk mál og verkætlanir. Tað snýr seg heldur ikki um at røkja egin áhugamál ella bara partapolitiskt áhugamál, men seta seg væl inn í borgarans tørv, ynski og krøv, og um, hvussu fólk mennast og trívast í kommununi.

Tað var einaferð ein kendur maður, Henry Ford, sum segði: At leita saman er ein byrjan - At verða saman er eitt framstig - At arbeiða saman er ein succes.

Higartil eru framdar stóra íløgur í eitt nú skúlan á Argjahamri, sum kostaði umleið 200 mió.kr. og skúlan á Løgmannabreyt omanfyri 100 mió.kr. Boðanesheimið hava allir flokkar samstarva um at byggja fyri umleið 120 mió.kr. Verkætlanir, sum hava kravt eitt breitt politiskt samstarv.

Hvat skal samstarvast um – raðfestingar og fokus

Tað liggja fyri framman stórar avbjóðingar í Tórshavnar Kommunu, íroknað økini í kommununi. Tað er avgerandi neyðugt, at samstarvað verður um teir karmar, sum rakstur og íløgur eiga at verða lagdar í, bæði uppá styttri og longri sikt.

Tær verkætlanir, sum hasta eru brúgvin um Sandá, fyri umleið 40 mill.kr., musikkskúlin kr. 45-50 mill.kr. og nú Tórsvøllur fyri 35 mill.kr. Tórsvøllur verður ein arbeiðsskapandi verkætlan, eitt nú við, at UEFA fer at fíggja við umleið 55 mió.kr. - hetta samanlagt fær stóra ávirkan á virksemið í býnum umframt ein møgulig spin-off-effekt. Harafturat er sera umráðandi at fáa loyst avbjóðingina við Kommunuskúlanum/ Venjingarskúlanum - hetta kann ikki bíða longur. Í økjunum eiga eisini at verða gjørdar neyðugar íløgur.

Talan er um stórar og nógvar íløgur, men tað liggja enn fleiri avbjóðingar fyri framman og tí ræður um at brúka fíggarligt vit og skil. Sambandsflokkurin ynskir at samstarva um eina langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur, og soleiðis tryggja kommununi, at neyðugar mennandi verkætlanir kunnu lata seg gera. Í hesari langtíðarætlan kunnu eisini gerast neyðugar raðfestingar soleiðis at kommunan eisini hevur tamhald á rakstrarútreiðslunum í framtíðini og skuldini.

Hvør skal samstarva

Sambandsflokkurin kann sum útgangspunkt samstarva við allar flokkar. Hinvegin er neyðugt, at flokkarnir melda greitt út, hvat teir standa fyri politiskt og hvørjar ítøkiligar ætlanir hesir flokkar hava - eisini eftir eitt val.

Sambandsflokkurin fer kortini at gera greitt, at eitt av aðalmálunum til valið hesaferð er at seta skattaprosentið niður við einum prosenti í 2013. Boðanesheimið er næstan liðugt og nú skulu skattgjaldarar í kommununi fáa ágóðan av lækkingini, sum varð teimum lovað.

Veljarin avgerð, um hetta kann setast í verk, tá hesin aftur skal velja nýggj umboð í Tórshavnar Býráð. Eg vil arbeiða fyri konstruktivum samstarvi, sum er einasti vegurin fram fyri at fáa ávirkan á førda politikkin.

Tórshavn 25. september 2012

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu – Sambandsflokkurin