Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiskar visjónir fyri Føroyar og Ríkisfelagsskapin

Eg fari í hesari grein, sum formaður Sambandsfloksins, at greiða nærri frá mínum politisku visjónum, málum og strategi fyri Føroyar og Ríkisfelagsskapin. Eg vísti í løgmansrøðuni 2012 á, at vit eiga at fara undir eina tilgongd at endurskoða Ríkisfelagsskapin. Henda grein er ein liður í at greiða nærri frá, hvat tað er fyri ítøkiligir trupulleikar, mál og tillagingar vit eiga at arbeiða við í komandi tíðum.

Lat tað verða sligið fast, at tað er onki endamál í sjálvum sær at gera broytingar, og ætlanin er ikki at fremja nakra loysing úr Ríkisfelagsskapinum. Endamálið við at gera broytingar er á ein virknan hátt at menna tilverugrundarlag Føroya. Vit skulu ikki bíða við at loysa trupulleikar og arbeiða við politiskum loysnum, til onnur seta okkum dagskránna, ella tá trupulleikarnir ikki kunnu loysast til okkara fyrimuns.

Vit skulu ikki sita hendur í favn og bíða, til onkrir tilvildarligir møguleikar reka framvið.

Vit skulu hava røttu og mest effektivu politisku amboðini at arbeiða við, fyri at menna Føroyar og Ríkisfelagsskapin.

Útgangsstøðið í samfelagnum

Fyri at kunna seta viðkomandi og fyri samfelagið gagnlig mál og skapa munagóð úrslit, er neyðugt at tryggja sær og nágreina, hvat fyrst og fremst føroyska samfelagið og vinnan hava tørv á komandi árini ella so langt inn í framtíðina, sum vit meta er forsvarligt at gera sær hugsanir um.

Menningin av Ríkisfelagsskapinum hongur í mínum hugaheimi neyvt saman við, hvat samfelag vit ynskja og harfrá, hvussu vit málrættað og skilagott saman í felagsskapinum kunnu gagnnýta teir fyrimunir, sum eru við at samstarva á økjum, sum eitt nú innan útbúgving, heilsu, rættarskipan, verju, uttanríkismál o.a.

Um so er, at vit ikki gera okkum ómak at nágreina, hvat tað er fyri eitt samfelag vit sjálvi ynskja, so vil tað av sær sjálvum verða rættuliga tilvildarligt, hvussu eitt samstarv í Ríkisfelagsskapinum mennir seg – og vit fara einans at arbeiða frá sak til sak og frá ár til ár – uttan greiðar politiskar karmar og greiða strategiska kós.

Áðrenn vit taka avgerð um framhaldandi kósina hjá flokkinum og framtíð Føroya, so er nærliggjandi at seta okkum hesar spurningar:

• Hvat livistøðið ynskja vit – vælstandur og vælferð

• Hvønn samfelagsbygnað ynskja vit – færri kommunur o.a.

• Hvussu skulu vit umsita okkara náttúrugivnað tilfeingi

• Hvussu tryggja vit persónligt frælsi

• Hvussu skapa vit bestu karmarnar fyri vinnuna

• Hvussu skapa vit eitt kappingarført samfelag – fólk og vinna.

• Hvussu fullnýta vit møguleikarnar í altjóða pallinum.

Tá vit hava svarað hesum spurningum, kunnu vit betri síggja, hvørjar fyrimunir og vansar vit hava við samstarvinum í Ríkisfelagsskapinum, og hvussu hetta skal mennast.

Føroyar og Ríkisfelagsskapurin

Tað er sum áður nevnt neyðugt, fyrst og fremst, at vit føroyingar gera av, hvat vit sjálvi politiskt og í aðrar mátar vilja við føroyska samfelagnum. Hvørjar eru politisku visjónirnar og málini fyri Føroyar, og hvussu náa vit á mál og eftir hvørjari politiskari ætlan, skulu vit arbeiða, hvørjar verða stóru politisku uppgávurnar at loysa. Hetta snýr seg um at taka ábyrgd av egnum landi - politiskt og búskaparliga.

Tá vit hava lagt eina broytta kós, kunnu vit viðgera og gera av, hvussu samstarvið í Ríkisfelagsskapinum hóskandi kann skipast og virka. Hinvegin forðar onki fyri, at Ríkisfelagsskapurin er við til at ávirka og skapa íblástur til, hvussu vit skipa og seta mál fyri føroyska samfelagið.

Vit hava onnur altjóða samstørv og felagsskapir at samanbera við, eitt nú ES, EFTA, NATO, ST o.a. Í hesum felagsskapum snýr tað seg um meira og minni formliga bindandi samstørv og avgevan av suvereniteti ella politiskum og búskaparligum valdi hjá nationalstatunum.

Rákið og bestu úrslitini og menningin vísir seg frá størri samstarvi, herundir tætt formligt bindandi samstarv millum lond. Velja vit eina loysingarleið, so ganga vit beint ímóti rákinum um td. altjóða samstarv. Ganga vit slíka leið, sum eitt lítið land, so vil hetta eisini fáa negativar avleiðingar.

Føroyar í altjóða høpi

Føroyar eru umframt partur av einum Ríkisfelagsskapi eisini partur av einum altjóða samfelag, bæði politiskt, vinnuliga, mentanarliga, búskaparliga o.a.

Tí er tað viðkomandi at viðgera viðurskiftini í Ríkinum í mun til umheimin, sum í alt størri mun gerst meira áhugaður í tí norðuratlantiska økinum – her verður hugsað um oljuvinnu, fiskivinnu, mentan, marknasetan og møguleikum fyri at opna siglingarleiðir, spurninginum um tað livandi tilfeingið og skipaferðslu í økinum og útvinnan av olju, gassi og mineralum.

Hesar broytingar og hesir menningarmøguleikar í økinum eru settir á politisku dagsskránna í Ríkisfelagsskapinum.Vit føroyingar skulu í nógv størri mun aktivt taka lut og ávirka gongdina og framtíðina.

Samstarvið higartil í Ríkisfelagsskapinum – ein støðulýsing

Tað, sum higartil hevur eyðkent samstarvið í Ríkisfelagsskapinum er vantandi nýhugsan og ein ávísur passivitetur – vit viðgera trupulleikarnar, tá teir íkoma, hava hópað seg upp, ella eru vorðnir ov stórir.

Samstarvið verður í løtuni ikki hildið nóg væl viðlíka. Hetta kann best grundgevast við, tá føroyingar sjálvir halda seg kunna samráðast og gera sínámillum avtalur við onnur lond.

Á seinasta ríkisfundi varð eitt av evnunum at styrkja samstarvið í Ríkisfelagsskap¬i-num á uttanríkispolitiska økinum og innan tað uttanríkisbúskaparliga – handils-avtalur o.a.

Tað er greitt, at allir partarnir í Ríkisfelagsskapinum ikki altíð og í øllum málum hava samanfallandi áhugamál ella eru samdir. Men samstundis standa vit sterkast, um vit gera okkum ómak at finna innanhýsis politiskar loysnir og standa saman.

Undir verandi skipanum og samstarvi eru nógv viðurskifti longu løgd í fastar karmar, sum londini grundleggjandi eru nøgd við. Avbjóðingarnar handla tí um nýggju samfelagsligu og vinnuligu menningina, sum stendur fyri framman, og hvussu vit í Føroyum tryggja, at felags áhugamál ikki verða sett til viks, tá eitt nú stórir aktørar uttanífrá gera seg galdandi.

Ríkisfelagsskapurin kemur veruliga til sín rætt, tá vit byrja at síggja teir møguleikar, sum eru fyri framman, og sum nakað við kunnu fáa felags fyrimunir og gagn av, og sum kann styrkja okkara altjóða kappingarførið á øllum økjum.

Stevnuskrá Sambandsfloksins -– grundvøllurin

Sambandsflokkurin hevur eina stevnuskrá, sum flokkurin sjálvandi skal halda seg til, so leingi onki annað er viðgjørt og avgjørt - henda er seinast endurskoðað í feb. 2002.

Hesa stevnuskrá skal veljarin eisini trygt kunna halda seg til. Tí er umráðandi, at møguligar broytingar ikki verða gjørdar uttan at leiðsla, ting¬manning og annars bakland floksins, er partur av slíkari tilgongd.

Sum formaður fyri Sambandsflokkin er tað mín skylda at føra fram og gera tað, sum tænir føroya fólki og flokkinum.

Politikkur snýr seg um m.a. at arbeiða við politiskum visjónum, málum og strategi, flyta mørk, vísa kós og annars taka lut í einari avgerðartilgongd, royna at ávirka og fáa politiskt vald. I veruleikanum fevnir politikkur um organisatorisku uppbyggingina av einum landi ella samfelag - frá stjórnarleiðara til løgting og til borgaran.

Eg kann tí sum formaður Sambandsfloksins og løgmaður ikki lata standa til og sita og bíða eftir, at eitthvørt møguliga fer at henda – umverðin er eyðkend við stórum dynamikki, og er ein politiskur leiðari ikki aktivt við í menningini, ja so hevur ein í veruleikanum valt at standa uttanfyri menningina.

Ein drúgv politisk tilgongd

Broytingarskjótleikin í politisku skipanini um allan heim, vita vit, liggur niðalaga í mun til aðrar partar av samfelagnum. Hetta skal kanska verða soleiðis fyri at skapa tryggleika og eina javna menning.

Tær broytingar, sum eg síggi fyri mær í Ríkisfelagsskapinum, fara at taka nógv ár at gjøgnumføra – eitt tíðarskeið uppá 10-20 ár, áðrenn málini, vit í dag seta, verða nádd. Samstundis muga vit leypandi seta nýggj mál út í kortið. Tað fer at snúgva seg um alla tíðina at røra í pottinum fyri at skapa dynamikk og framdrift.

Tað, sum kortini er umráðandi, er at gera sær greitt, hvørji málini skulu verða og leggja eina arbeiðs- og tíðarætlan.

Fari fyrst av øllum at viðgera politiskar visjónir, mál og strategi fyri framtíðina hjá Føroyum og Sambandsflokkinum innanhýsis.

Broytingar á veg

Samstarvið í Ríkisfelagsskapinum fer at verða broytt soleiðis, at londini í størri mun fara at arbeiða við møguleikum í staðin fyri forðingum og at brúka politiskar møguleikar í staðin fyri løgfrøðisligar forðingar.

Á ríkisfundinum í Grønlandi herfyri, avtalaðu vit tríggir stjórnarleiðarar at fara undir eina tilgongd til tess at styrkja samstarvið og samskiftið millum tjóðirnar bæði á politiskum og fyrisitingarligum stigi. Farið er nú undir at útgreina, hvussu vit kunnu útbyggja og styrkja okkara møguleikar á altjóða pallinum.

Eg haldi, at vit eiga at taka uppaftur stjórnarskipanararbeiðið og gera tað liðugt. Ein nýggj stjórnarskipan kann verða við til at sláa fast, at tað skal ikki bera til at loysa uttan við fólkaatkvøðu.

Fólkaatkvøðan skal verða millum ½ og 1 ár eftir eina løgtingssamtykt. Hetta skal forða fyri, at ein uppgeilaður stemningur verður brúktur sum grundarlag fyri loysing.

Soleiðis kunnu vit við hesari nýggju stjórnarskipan staðfesta okkara sjálvsagda veruleika, at vit eru javnbjóðis lond í Ríkisfelagsskapinum, og at ein einsamøll løgtingssamtykt, ikki skal kunna føra til loysing.

Sambandsflokkurin er av teirri fatan, at henda lógin skal koma í staðin fyri verandi stýrisskipanarlóg, og skal tí vera á sama rættarstigi sum hendan, tað vil siga virða grundlóg og heimastýrislóg.

Útgangsstøðið fyri broytingum í Ríkisfelagsskapinum verður menning og ikki avtøka.

Samstarv, innlit og undirtøka

Eg kann sum formaður Sambandsfloksins ikki av mínum eintingum gera nakrar broytingar, hvørki í stevnuskrá floksins, ella í innihaldinum í Ríkisfelagsskapinum.

Til tess at fremja betringar og broytingar krevst undirtøka í Sambandsflokkinum, politiskar samráðingar og avgerðir í Ríkisfelagsskapinum, umframt ein breið politisk undirtøka í Løgtinginum.

Vit skulu ikki leypa framav, men gera neyðugu fyrireikingarnar, skapa innlit og fáa undirtøku fyri haldgóðum politiskum loysnum. Síðan eiga vit at gera tær broytingar, sum eru neyðugar og sum gagna okkara samfelag, bæði uppá styttri og longri sikt.

Eg fari tí at leggja upp til, at Sambandsflokkurin fer undir eina verkætlan og tilgongd at lýsa nærri, hvørjar Føroyar vit ynskja komandi árini á ymisku málsøkjunum, lýsa fyrimunir og vansar við Ríkisfelagsskapinum og síðan spæla út við, hvørjar politiskar loysnir eiga at verða framdar komandi árini og leggja upp til breitt politiskt samstarv.

Men neyðugt verður í øllum hesum mennandi arbeiði at taka støðið í føroyska samfelagnum .

Framtíðin kemur av sær sjálvum, meðan framburður kemur ikki av sær sjálvum.

Tórshavn 3. oktober 2012

Vinarliga

Kaj Leo Holm Johannesen

Formaður Sambandsfloksins