Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiskar raðfestingar vendast á høvdið

Almenn uppgáva

Tað eru uppgávur í einum samfelag, sum strategiskt liggja best hjá tí almenna og eiga at loysast av tí almenna. Samferðslukervið, almannaverk, heilsuverk og annar kostnaðarmikil rakstur og útbyggingar kunnu ikki uttan víðari loysast privat. Orsøkin er tann, at tað vildi tiki alt ov langa tíð at bíða eftir menningini, um onnur enn tað almenna skulu loyst slíkar uppgávur. Harafturat vildi prísurin fyri at brúka tænasturnar verði alt ov høgur til rakstur á td. vinnuligum grundarlag. Hetta hevði so aftur havt við sær eitt samfelag, har bara tey múgvandi kundu brúkt slíkar tænastur og ikki fleirtalið ella vanliga fólki - uttan mun til, hvat tú tjenar ella hvar tú býr. Vinnan vildi ikki verði kappingarfør ella kunna kappast á jøvnum føti.

Tí skulu ávísar grundleggjandi funktiónir setast á stovn av tí almenna, hvørs høvuðsuppgáva er at veita borgarunum og vinnuni effektivar og bíligar tænastur – samferðslukervið er eitt klassiskt dømið um, at tað almenna og ikki tað privata skal loysa slíkar uppgávur – serliga ikki íløgupartin. At reka flutningstænastu á kervinum av privatum og á vinnuligum grundarlag er nakað heilt annað.

Søguliga

Søguliga hevur tað almenna í Føroyum tikið sær av uppgávuni at útbyggja og eisini reka okkara samferðslukervið – heilt einfalt tí samfelagið, hvørki hevði tíð ella ráð at bíða eftir, at onkur tilvildarligur privatur skuldi taka stig til at slíkar útbyggingar. Ríkisveitingin hevur her havt ein altavgerandi leiklut fyri menningina.

Vit hava roynt privatan rakstur á samferðsluøkinum, men tað almenna mátti taka yvir fyri at geva pláss fyri neyðugari menning á samferðsluøkinum. Harafturat er kundagrundarlagið fyri vinnuligum rakstri alt ov lítið fyri størri útbyggingar og dygdargóðar tænastur. Tað skal verða skjótt og bíligt at brúka standardtænastur – eitt dømi er telefon, internet, ferðing etc. Hví skal prísurin nú knappliga verða uttan týdning fyri at koyra gjøgnum ein tunnil og vit skulu góðtaka, at hesar standardtænastur verða útsettar fyri profitmaksimering og vinnuliga spekulatión.

Fyriliggjandi samferðsluverkætlanir

Uppskotið hjá Kára P. Høgaard, landsstýrismanni, er ikki gott nokk og fylgir als ikki tí tankagongd og siðvenju, sum hevur verið galdandi á samferðsluøkinum seinastu nógvu ár – nevnliga, at við tí geografi, veðurlagi, búsetingum o.a vit hava í Føroyum, so er tað uppgávan hjá tí almenna at útbyggja samferðsluna og um neyðugt eisini reka flutningstænastur.

Ein annar spurningur, sum eg eri upptikin av sum býráðslimur í Tórshavnar Býráð er, hvat við vegakervinum frá einum møguligum Skálafjarðatunli inn til høvustað okkara. Her hevur Innlendismálaráðið ikki gjørt nakað uppskot til innkomuveg til Tórshavn, heldur ikki sett upphæddir av í íløgukarminum tey komandi árini. Her er talan um upphæddir, sum liggja upp til 100 mió.kr., varisliga mett.

Eg eri samdur við Bárður Nielsen, løgtingmanni fyri Sambandsflokkin, í hansara sjónarmiðið, har hann sigur, at samgongufólk hava start seg blind upp á privatu tunnilsloyrnina fyri Eysturoyartunnilin, og nú roynir man so at finna kreativar loysnir fyri Sandoyartunnilin - tað er ábyrgdarleyst.

Neyðugar politiskar raðfestingar

Skulu vit gera stórar íløgur í Føroyum, so eiga vit at hava í huga, hvat tænir Føroyum best - íløgur í tunnar ella íløgur í td. framtíðar oljuvinnu og harvið íløgur í ein altjóða flogvøll.

Eg sakni kjakið, hvat tænir Føroyum best – td. íløgur í tunlar ella ein 3.000 m langan altjóða flogvøll, sum gevur okkum nógv størri møguleikar úti í Atlantshavninum. Ein altjóða flogvøllur td. hevði flutt okkum fram í tíðina og harvið givið okkum møguleikar at servisera eina møguliga komandi oljuvinnu, ferðavinnu o.a.

Ella skulu vit gera fleiri íløgur í og umleggja játtanir til bleytu virðini og tað, sum skapar og gevur okkum veruligt innihald sum borgarar og vinna.

Mítt uppskot um politiskar raðfestingar er fylgjandi:

1. Altjóða flogvøllur í Tórshavn – einar kappingarførar Føroyar á ferðavinnu- og oljuvinnuøkinum. Menna okkara høvuðsstað og harvið alt Føroyar. Globalir møguleikar umgerast til lokala menning og vøkstur.

2. Nýggjan tjóðpall umframt betri og fleiri mentanartænastur í Tórshavn – hugsið bara um týdning, sum Norðurlandahúsið hevur havt fyri allar Føroyar

3. Sandoyartunnilin er ein almenn uppgáva at loysa og eigur at verða framd í verki eftir tí langtíðar løguætlan, sum longu er gjørd og politiskt samtykt

4. Skálafjaðartunnilin verður bygdur seinni við einum almennum partafelag - fast samband er í løtuni og tí er tað als ikki akutt við hesari íløgu.

Landskassin koyrir uppá 6 árið við stórum halli og bruttoskuldin er vaksin til yvir 5 mia. kr. Hetta hevur við sær, at Føroyar ikki eru serliga fíggjarliga frælsar. Tí slepst aldrin undan, at hugsa, hvat vit hava ráð til ella ikki – við at ignorera henda veruleika vil fíggjarliga ratingin av landskassanum lækka og lánkostnaðurin hækka – sera álvarsligt.

Tørvurin á menning í samfelagnum

Føroyar hava alstóran týdning á at skapa innhald í alt, sum vit hava bygt, eiga av nátturúrgivnum ríkidømi og vit eiga at byggja ella skapa karmar, sum veruliga mennir okkum sum land og ger okkum kappingarførar í allar mátar.

Hvat av virksemi skal verða í bygningum og hvat skal koyrast á vegum og í tunlum. Tað eru immateriellu virðini vit skulu liva av í longdini – fólk, kundar, hugskot, kreativitetur og menning. Okkara bygningar og tunlar - og tess bókaðu virði - eru null verdir uttan innihald!

Verandi raðfestingar á íløguøkinum byggja framvegis og partvíst á 40-ára gamlar tankagongdir og hugsunarhátt. Nógvar stórar og smærri útbyggingar og íløgur hava víst seg onga ávirkan at hava havt á menningina. Hava vit lært nakað av søguni – eg ivist.

Tí eiga allar okkara íløgur og framtíðarætlanir at vendast á høvdið í mun til, hvussu vit strategiskt raðfesta í løtuni. Hetta krevur politiskt dirvi, góða leiðslu, planlegging, fyriskipan, stýring og samskipan.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin