Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiska støðan

Tingbólkur og landsstýrisfólk hjá Sambandsflokkinum hava í dag hildið ein innanhýsis fund, har løgmaður greiddi frá grundarlagnum fyri sínari støðutakan í málinum viðvíkjandi landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Tingbólkurin tók frágreiðingina hjá formanni sínum til eftirtektar. Tó vórðu ikki øll samd um avgerðina, men tóku hana til eftirtektar.

Tað er ongin ivi um eftir fundin í dag, at ein samdur tingbólkur og landsstýrismanning gevur formanninum í Sambandsflokkinum sín fulla stuðul og álit.

Løgmaður fer, sum áður fráboðað, at fylgja politisku gongdini neyvt og vónar at fáa politiskan arbeiðsfrið, soleiðis at politisk mál í framtíðini í størri mun verða sett framum persónsmál.

Um tað framhaldandi verður ov nógv politiskt órógv, sum forðar fyri politiska arbeiðinum, so fyriliggur ein nýggj støða.

Vinarliga

Kaj Leo Holm Johannesen

Formaður Sambandsfloksins